Eru vit ólýðin?
”Og vit eru vitni um hesar lutir, og heilagi andin, sum Guð hevur givið teimum, sum eru honum lýðin.« ”
Áps. 5,32
“Eg hoyri róm av regni.” 1. Kong. 18,41.
“Far og lat Ákab síggja teg. Eg ætli at lata tað regna aftur á jørðina,” hevði Harrin sagt.
Og Elia var lýðin, tí kom regnið.
Vit suffa eftir regni – eftir at hoyra Andans sús við teimum livandi vatnstreymunum. Men kann Gud senda regn av Himli?
Tað vil siga, eru vit lýðin?
Gud gevur teimum Heilaga Andan, sum eru honum lýðin. Áps. 5,32.
Vit ynskja, vit biðja, vit gera kanska nógv; men vilja vit fara inn til Ákab og siga: “Tað ert tú, ið volt hevur Ísrael ógævu.” 1. Kong. 18,18.
Vilja vit rudda alt burtur, sum tarnar Guds ríki og forðar veking? Tað eru kanska nakrir fjaldir húsgudar ella verðsligheit. Vilja vit vera lýðin í hesum føri, sjálvt um tað kann kosta okkara lív – okkara sjálvgóða lív?
“Far!” segði Harrin, “so skal eg lata tað regna.” Og Elia fór, og Harrin helt sítt orð.
Døgg av himli falla lat á mína tystu sál,
døgg av himli falla lat á meg.
Halgi Andi kom og fyll av nýggjum hjarta mítt.
døgg av himli falla lat á meg.
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

