Vitnisburður: Gud góðtekur meg…

Johnny Cohen gekk í ortodoksun jødiskum skúla í Suðurafrika. Hann lýsir seg sjálvan sum ein gudleysan ungan mann – ja, beinleiðis ein villfarnan ungan mann. Hann trúði, at Gud var til, men hvussu kundi hann fáa samband við hann? Kundu ikki bæði muslimar, buddhistar og katolikkar fáa samband við Gud, hvør á sín hátt?

Johnny endaði við at gerast relativistur. Øll kundu trúgva tí, sum var satt fyri tey sjálvi. Hann fór inn í reklamuvinnuna, sum hann seinni hevur sagt, økir um kynismu og byggir á at manipulera einstøk menniskju. Har rakk hann hægstu tindarnar á yrkisleiðini, ferðaðist runt í heiminum, búði á dýrum hotellum og stuttleikaði sær við vøkrum kvinnum og undirhaldi. Hesin lívsstílur passaði honum framúr væl.

Men eina náttina, eftir eina veitslu, har hann hevði drukkið, sovnaði hann aftan fyri rattið á bilinum og vaknaði í eini grøv, kroystur undir bilinum. Tá var tað, sum um onkur rópti á hann. Tað var Gud, sum í síni góðsku segði: „Hey, vakna!“ sigur Johnny.

LES EISINI  Vitnisburðurin hjá Ólavur Davidsen

Hann fór nú at lesa í Bíbliuni, sum ein vinur hevði givið honum á 28 ára føðingardegnum. Í tí „forbodna“ Nýggja Testamenti møtti hann einum manni, sum var heilt øðrvísi – Jesusi. Eingin rithøvundur kundi funnið upp á slík orð og hugsanir. Johnny upplivdi, at hetta var sannleikin.

Í Gamla Testamenti fann hann aftur profeti, sum hann hevði lisið sum barn, og hann sá, at tey, eitt fyri og annað eftir, vóru uppfylt í Jesusi Kristi. Johnny gekk nú ígjøgnum eina grundleggjandi broyting, eina kollvelting í lívinum. Hann hevði sama likam, men var kortini eitt heilt annað menniskja.

Reklamuheimurin snýr seg um at elta ein dreym, sum tú ongantíð fert at røkka. Nakað líknandi er galdandi í flest øðrum átrúnaðum: tú skalt gera, gera og gera. Nú veit eg, at Gud góðtekur meg vegna tað, sum HANN hevur gjørt.

Nøgdsemi og friður kunnu bert finnast í Jesusi Kristi, sigur Johnny.

LES EISINI  Góði Gud! Hjálp okkum at finna buksurnar hjá Karl

Kelda: Norska Ísraelsmissiónin

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina