Bønarinnar verjugarður

„Harrin skal bjarga mær frá øllum illum verki og føra meg frelstan inn í sítt himmalska ríki. Honum veri æran um aldur og allar ævir! Amen. “
2.Tim.4,18

 

Tað avgerandi fyri kirkju- og kristinlív er hitt andaliga lívið við Kristusi, sum hvør einstakur kristin livir. Tað er tað, sum avger framtíðina hjá kristindóminum, einki annað.

 

Ein einasti einfaldur, sannur, biðjandi kristin er sterkari verja enn hundrað vísindaligir fyrilestrar. Hvør einasti okkara stendur við henda verjugarðin.

Eivind Berggrav, bispur. – Effie Campbell umsetti