Hvat er hægsta ynski títt?

„Men mítt góða er at vera Guði nær, til Harrans eg seti mína lít, til tess at boða frá øllum verkum tínum. “
Sálm.73,28

 

Ofta verða vit spurd, tá ið vit hava føðingardag ella onkran merkisdag: „Hvat ynskir tú tær?“

Men okkurt er størri enn merkisdagar, og tað er sjálvt lívið. Vit áttu øll at spurt: „Hvat ynski eg mær úr lívinum?“

 

Dávid kongur svarar hesum spurningi í Sálmi 27,4: „Um eitt havi eg biðið Harran, tí trái (ynski) eg eftir: At eg skal sleppa at búgva í húsi Harrans allar dagar mínar, til at skoða, hvussu lívsælur Harrin er, og grunda í templi Hansara.“ V.D.

 

Eg hugsi ikki, at nóg stórur dentur kann leggjast á hetta ynski hansara: AT LIVA Í GUDS NÆRLEIKA ER MÍTT HÆGSTA YNSKI.

 

Vit kunnu og skulu hava mong ynski fyri lívið. Men mítt HÆGSTA YNSKI má og skal vera AT LIVA GUDI NÆR.

Sálmaskaldið Ásaf sigur í Sálmi 73,28: MÍTT GÓÐA (MÍN LUKKA) ER AT VERA GUDI NÆR.

Moses Hansen – Effie Campbell umsetti