Heimferðin

„Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, “
Matt.28,19

 

 

Daniel Kort, sum er úr Týsklandi, arbeiddi í nógv ár á einari prentsmiðju á Sri Lanka, sum prentar Bíbliur, bíbliupartar og kristnan lesnað og roynir at spreiða evangeliið á tann hátt. Hann er farin heim aftur til Týsklands, men ferðast javnan til londini í Asia at halda ráðstevnur og fundir, har hann greiðir frá, hvussu týdningarmikið tað er at týða Bíbliuna, bíbliupartar og kristnan lesnað til øll mál og at breiða hetta út.

 

Hann greiðir soleiðis frá: „Eg hevði verið á einari ráðstevnu og skuldi heim aftur. Tá ið eg kom á flogvøllin og sá øll hesi fólkini, hugsaði eg: „Hvussu kanst tú luta Guds kærleika til hesi fólkini, sum hava slíkan skund og ikki vilja, at nakar skal órógva tey?“

 

Eg fór umborð á flogfarið og kom at sita undir liðini á einum jøda, sum ikki var trúgvandi. Hann tók sjálvur stig til eina samrøðu. Tað riggaði so væl okkara millum, so vit prátaðu saman á næstan allari ferðini, sum vardi í ellivu tímar.

 

Hann vildi fegin hoyra, og eg segði honum, hvussu mektigur Ábrahams Gud er, tá ið vit fáa eitt persónligt samband við Hann. Vit tosaðu um, at Gud hoyrir, tá ið vit tosa við Hann, og Hann talar eisini til okkara. Hann ger enn undur. Eg fekk eisini sagt honum um partar av mínari gonguferð saman við Harranum, og hvussu eg havi upplivað, at Hann svarar bønum okkara. Vit tað at hann eisini hevði nakrar heilsutrupulleikar, so bóðu vit saman og bóðu Jesus møta honum og grøða hann. Áðrenn vit fóru hvør til sín, fingu vit telefonnummarið hjá hvør øðrum, og eg eri vísur í, at Harrin vil møta hesum persóni á ein ella annan hátt í lívinum.

Effie Campbell umsetti