OM ársfundur 2026
Tað er við gleði, at vit bjóða til ársaðalfund hjá OM Føroyar tann 19. mars klokkan 19:00 í Skansahúsinum, J. H. Schrøtersgøta 11 í Havn.
Farna árið hevur verið merkt av nýggjum starvsfólkahópi. Vit gleðast um nýggjar nevndarlimir og nýtt starvsfólk á OM skrivstovuni. Nýggju kreftirnar hava brúkt rúma tíð at læra hvønn annan at kenna og finna stevið saman. Vit eru farin fús til verka og hava lagt abeiðsgongdir og ætlanir fyri komandi tíðina.
Fýra fólk eru farin út í stutttíðartænastu í ár og fleiri umsóknir eru komnar aftrat – bæði til Off the Grid í Nýsælandi, at tæna umborð á Logos Hope og í øðrum tænastum hjá OM kring heimin. Harumframt eru fyrireikingar til MiniTeenStreet, Atlantic Fair, TeenStreet summarleguna, Logos Hope vitjanina og fleiri summartúrar í gongd. Alt hetta hoyra vit meira um á fundinum.
Skráin fyri fundin er hendan:
Kl. 19:00: Koma
Kl. 19:05: Teitur Poulsen framførir
Kl. 19:15: Vælkomin og val av fundarstjóra og skrivara
Kl. 19:20: Forkvinnan leggur ársfrágreiðingina fram
Kl. 19:30: Roknskapurin verður lagdur fram
Kl. 19.45: Aðalfundur lokin
Eftir loknan aðalfund er høvið at fáa sær ein kaffimunn og tey, ið eru áhugað, kunnu steðga á og hoyra um tænastumøguleikarnar, sum OM fyrireikar til í summar. Eftir kunningina fara vit eisini at brúka eina løtu at biðja.
Kl. 20:00: Teitur Poulsen framførir og kaffi
Kl. 20:10: Landsleiðarin greiðir frá tænastumøguleikum í 2026
Kl. 20:20: Bønarløta
Kl. 20:30: Endi
Eitt er víst, skurðurin er enn stórur, og arbeiðsmenninir fáir. Biðið tí Harra skurðarins senda út arbeiðsmenn til skurð Sín. Matteus 9,38.
Tekna teg sum lim
Ert tú ikki limur í OM, ber til at tekna seg sum her.
Ásbjørn Jacobsen


