Svarið er, at vera eyðmjúkur, lítillátin

„Tær hevur Harrin kunngjørt, o maður, hvat ið gott er. Hvat krevur hann av tær annað enn at gera tað; sum rætt er, at stunda á kærleika og í lítillæti fylgja tínum Guði? “
Mika 6,8

 

 

Ein vísmaður leitaði upp ein rabbi. „Hvussu ber tað til, at Gud opinberaði seg fyri fólki fyrr í tíðini, men nú á døgum hoyra vit einki til slíkt?“ spurdi vísmaðurin.

 

„Tað er tí, at fólk boyggja seg ikki nóg langt niður, so tey kunnu hoyra Hann tala. Tey eru stívrend, sjálvklók, hástór og erpin. Tey eru einki petti eyðmjúk og lítillátin.“

 

Svarið finna vit í Mika 6,8: „Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur Harrin av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum!“ (V.D.) Effie Campbell umsetti