Deyðin
”Jesus segði við hana: »Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; ”
Jóh.11,25
Deyðin kann vera ein sorgarleikur, men eisini ein ferð inn til ljósins og fullkomileikans ríki – himmalin. Jesus segði, at tann, sum trýr á hann, skal liva, um hann so doyr. Kanst tú syngja við í sálminum: “Til himnaheimið man ferðin gá, til Guds Jerusalem bjarta”? Tá verður tað undurfult hjá tær, tí tá verður deyðin fyri teg bert ein flytan inn í dýrdina. E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

