Hitt opna portrið
“Hann kom tá framvið og sá Levi, son Alfeus, sita við tollbúðina; og Hann segði við hann: „Fylg Mær!“ Tá reistist hann og fylgdi Honum.”
Markus 2,14
„ … »Fylg mær!« … „ sigur Jesus í ørindinum í erva.
Tey flestu vilja treyðugt gera okkurt, sum at enda kann forða teimum í at fara gjøgnum perluportið inn í teir himmalsku bústaðirnar, inn í staðin, har “gøturnar eru úr gulli”. Úr Bíbliuni vita vit jú, at eingin kann vænta at koma har, um hann ikki her á jørðini livir eftir Guds vilja.
Gud hevur givið okkum Bíbliuna, fyri at vit kunnu lesa hana og finna útav, hvussu vit skulu tekkjast honum, og um vit vilja gera tað, hann sigur, vilja perluportrini ein dag verða latin upp fyri okkum, so vit kunnu ganga ígjøgnum tey inn til ein av teimum bústøðum, sum í dýrd er yvir øllum øðrum, sum nakað menniskja hevur sæð í hesum heimi.
Gev Jesusi lív títt og tæna honum. Syndin ber bert sorg og vónloysi yvir mannalívið; men Jesus gevur okkum nýggjar gleðir.
Tað kemur ein løta fyri øll, har vit verða freistað av syndini, og har ein og hvør sjálvur má velja hvønn veg, hann vil ganga. Vel Jesus, meðan tú ert ungur, bið hann frelsa teg og lýð boð hansara. E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

