Tá Gud grøðir – ella ikki
Í kvøld verður fjórða bíbliuundirvísing undir heitinum: “Saman um Bíbliuna”, sum Kirkjuliga Heimamissiónin hevur skipað fyri í ár.
Í kvøld, mikudagin 1. apríl kl.19.30 verður undirvíst í Meinigheitshúsinum í Sandavági.
Evnið hesaferð verður: Tá Gud grøðir – ella ikki”, og tað verður Torleif Johannesen, sum undirvísir.
Evnið er sera viðkomandi og stórt, tí tað er nærum ikki familja, sum ikki á ein ella annan hátt er rakt av sjúku og øðrum tungum avbjóðingum. Hetta merkja meinigheitirnar eisini.
Komið verður inn á evnir sum: Hví gerast fólk sjúk? Hvørjar møguleikar hava tey sjúku og hvørjar møguleikar hava meinigheitirnar at hjálpa og vera til signingar fyri sjúk?
Aftaná verður tosað um evnið í bólkum.
Drekkamuður verður til seinast.
Møguleiki verður fyri forbøn
Øll eru vælkomin!
Trúboðin
