Ein kyrtil við ongum seymum

“Tá ið nú hermenninir høvdu krossfest Jesus, tóku teir klæði
hansara og býttu tey sundur í fýra lutir, hvørjum hermanni
ein lut, somuleiðis kyrtilin; men kyrtilin var óseymaður, vovin
í einum oman ígjøgnum.”
Jóh. 19,23

 

„ … men kyrtilin var óseymaður, vovin í einum oman ígjøgnum.“

Bíblian sigur ikki nógv um Jesu klæðir – men eitt undantak er tó.
Jóhannes sigur okkum frá hesum, tá ið hann greiðir frá, hvat ið
hendi á Golgata. „Teir tóku eisini kyrtilin, sum var óseymaður,
vovin í einum oman ígjøgnum,“ greiðir hann frá. Tað var siður
hjá jødiskum mammum, at tær seymaðu ein sovorðnan kyrtil
til synir, sum skuldu fara heimanífrá. Vit vita ikki, um Maria
man hava gjørt henda kyrtilin til Jesus; men hann var kortini
eitt dýrabart plagg. Hann var eisini týdningarmikil, av tí at
klæði gjøgnum alla Bíbliuna vóru tekin um atburð og muru.

Pætur skrivar: „ … klæðist øll í litillæti hvør móti øðrum.“
1. Pæt. 5,5. Paulus sigur: „Tí at tit, so mong sum eru doypt til
Krists, tit hava íklæðst Krist.“ Gal. 3,27. Og Dávid sigur okkum,
at ónd menniskju eru latin „ … í bølbiðjan (forbandelse) sum
eini klæði.“ Sálmur 109,18.

 

Jesus var eins og kyrtilin hjá sær, har var einki „seymað uppí“
– hann var heilskapaður og fullkomin. Orðini „vovin í einum
oman ígjøgnum“ bendir á, at hann var stýrdur av Guds tonkum.
Hann segði sanniliga: „Sonurin kann als einki gera av sær
sjálvum, annað enn tað, sum hann sær faðirin gera.“ Jóh. 5,19.
Men tá ið Jesus var krossfestur, læt hann seg úr sínum dýrabara
kyrtli, býtti um pláss við okkum, og læt seg í syndina, sum
bar okkara nøvn. Hann doyði sum ein vanligur brotsmaður
fyri syndir, sum hann ongantíð hevði gjørt, so at vit kundu
sleppa at bera hansara rættvísis klædning. Fyri at syndarar
sum vit kunnu koma víðari, um vit leita til krossin – koma
víðari og siga: „Stórum eg gleðist í Harranum, um Gud mín
fegnast mín sál, tí at hann hevur latið meg í frelsubúna, sveipað
meg í rættlætis skikkju.“ Jes. 61,10.

 

Hugsa tær, Jesus hevur ikki bara fyrireikað eitt pláss í Himli
til okkara. Hann hevur eisini tryggjað sær, at vit eru hóskandi
ílatin til hetta høvið!!
„ … et Ord til Dagen“ Effie Campbell umsetti