Eingin fordøming
„So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi. “
Róm.8,1
Ein av ringastu fíggindum okkara eitur “Fordøming” til fornavn og “Ákæra” til eftirnavn. Liva vit undir fordøming og ákæru, verður lívið súrt. Bæði fyri okkum sjálv og tey, sum eru uttan um okkum.
Hetta evnið er umrøtt í Rómverjabrævinum, í kapitlunum 7 og 8.
Svara tú fíggindanum tað aftur, tá ið hann roynir at herja á teg. Boðini ljóða ikki sekur. Tínar syndir eru goldnar og fyrigivnar. Tá ið tú kanst hvíla í tí, er mangt fallið upp á pláss í lívi tínum.
“Regnbuen” E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

