Er títt lív ein vitnisburður?

„Farið tí í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at veita mótstøðu hin vánda dagin og at standa við, tá ið alt er vunnið. So standið tá gyrdir um lendar tykkara við sannleika og klæddir í brynju rættlætisins, og skøddir um føturnar við fúsleika til at boða gleðiboðskap friðarins;“
Ef.6,13-15

 

 

Tveir bøndur stóðu á einum gøtuhorni í einari lítlari bygd, har øll kendu hvør annan. Tað hendi ikki ofta, at fremmandafólk komu til bíggjar. Meðan teir stóðu har og prátaðu, kom ein fremmandur maður niðan eftir høvuðsgøtuni og fór inn á posthúsið.

 

“Hasin maðurin hevur verið í herinum,” segði annar bóndin. “Hvussu veitst tú tað?” spurdi hin. “Jú, tí eg kenni ein hermann á gongulagnum,” ljóðaði svarið.

 

Sig mær, er lív títt og gongulag títt soleiðis, at vinir tínir og næstringar kunnu síggja, at tú ert ein Jesu Kristi hermaður? E. Campbell umsetti