Til kunningar

“Annars, brøður, alt tað, sum er satt, alt sum er sámiligt, alt sum er rætt, alt sum er reint, alt sum er elskuligt, alt sum hevur gott ágiti, eina og hvørja dygd og ein og hvønn sóma, havið tað í huga!”
Fil.4,8

 

Um hvør hugsan, ið kemur upp í tínum heila frá morgun til myrkurs, varð upptikin á band ella skrivaður niður, hvat slag av lesitilfari hevði tað tá snúð seg um? Paulus nevndi, hvussu stóran týdning tað hevði at „ … bróta niður hugborgir og eitt og hvørt hálæti, sum reisir seg ímót kunnleikanum um Guð, og hertaka eins og hvørja hugsan til lýdni ímót Kristi, “ 2.Kór.10,5

 

Hví hevur tað so stóran týdning? Tí vit ynskja, at Gud skal arbeiða í lívi okkara. Lyfti Guds hava ikki mist sína styrki. Tey eru enn sum áður 100% virkin, um ikki tey verða kveistrað til viks í okkara tilvitan av øllum møgiligum hugsanum og hugmyndum, ið ikki hoyra heima har. Trúgvin virkar, um bert hon fær ein møguleika.

 

Um tú ynskir at gerast eydnusamur, um tú vilt vera glaður og ynskir frið, so mugu tínir tankar steðga her við hesum hugtøkum: Vit lesa í Bíbliuni: „Annars, brøður, alt tað, sum er satt, alt sum er sámiligt, alt sum er rætt, alt sum er reint … havið tað í huga! “ Fil.4,8

 

Kraft Guds kann loysa allar trupulleikar í gerandislívi okkara og kann geva okkum frið og eydnu, men vit mugu gera okkara við at bera tankar okkara víðari í samsvari við Orði og vilja Hans. E.Campbell umsetti