Bíblian
„Og hann segði við meg: »Hesi orð eru álítandi og sonn; og Harrin, Guð anda profetanna, sendi eingil sín til at sýna tænarum sínum tað, sum brátt skal henda. “
Op.22,6
Orð Guds býður øllum foreldrum at læra børn teirra at fylgja Guds vegi. Gera tey tað, so fáa tey lyfti um, at tá barnið veksur til, so fer tað at halda fram at ganga tí vegi, foreldrini hava víst teimum á.
Nakrar trúgvandi familjur hava ta siðvenju at geva sínu barni eina Bíbliu, tá tað hevur lært at lesa. Á tí fyrsta uppslagnum stendur sum oftast eitt ørindi úr Skrifini: eitt nú „Sonur mín, gev mær hjarta títt, og lat vegir mínar falla væl eygum tínum. “ Orðt.23,26
„Kom tú ikki á gøtur teirra gudleysu, og gakk tú ikki tann vegin, ið vándir fara. “ Orðt. 4,14
„Sonur mín, tá ið syndarar lokka teg, tá eftirlíka teimum ikki. “ Orðt.1,10
Mong eru skúlabørnini, ið sera errin og glað hava víst mær Bíbliu teirra. Tey fingu hana síðst í fyrsta flokki, tí tey høvdu lært at lesa. Tá eg so spyrji tey, um tey eisini lesa hana, so siga tey, at tey lesa hana saman við foreldrunum, ein kapittul hvønn dag.
Hetta er av sera stórum týdningi, og eitt er sikkurt, foreldrini skulu ikki missa løn sína. Tað tú sáar, tað skalt tú eisini heysta ein dag. Hann ið ikki lesur Orðið kann ikki vita, hvat ið er Harrans vilji, hvat vit mugu og ikki mugu, tí „Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni. “ Sálm.119,105
„Orð Harrans eru rein orð, skírt silvur, sjey ferðir reinskað gull. “ Sálmur 12,7
„Eg Harranum lovi, ið ráð mær gav; sjálvt um nætur meg minna míni nýru.“ Sálmur16,7
Er tað ikki best at spyrja Hann um ráð, Hann, ið framtíðina kennir? „Og Jósafat mælti aftur við Ísraels kong: »Far fyrst og fá fregn um, hvat ið Harrin sigur!«“ 1.Kongab.22,5
Les Orðið, so fært tú at vita, hvørji ráð, Hann hevur at geva tær.
Den Bibelbog, Gud har givet,
er mit hjerte så dyrebar,
den viser vejen til livet,
klar løber nådekilden der.
Jeg aldrig den vrage kan,
I den, Herrens ord jeg fandt.
Effie Campbell
Edvard Poulsen

