Floytan

„Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera. “
Jóh.15,5

 

„Men gleðist ikki um tað, at andarnir eru tykkum undirbrotligir, gleðist heldur um tað, at nøvn tykkara eru uppskrivað í himlunum.« “
Luk.10,20

 

Ein tónlistamaður spældi upp á floytu sína. Øll hildu tað vera undranarvert, sum hann spældi vakurt. Tey lurtaðu eftir teimum yndisligu tónunum og fagnaðu meistaranum.

 

Meðan lógvabrestirnir soleiðis rungaðu gjøgnum høllina, fór floytan at fáa høgar tankar um seg sjálva. Hon fór at tala við seg sjálva og segði: “Sum eg havi stór og undurfull evni. Sum tað er stórt vald í mínum spæli. Hygg bara, hvussu nógv menniskju gerast kensluborin av mær, nú til smíl og nú til tár! Jú, ein stór og undurfull tíð liggur fyri framman, eg skal ugga tey sorgarbundnu, linna pínuna hjá teimum sjúku hjørtunum. Eg skal turka tárini av kjálkunum hjá teimum faðirleysu og geva hjálparleysum menniskjum nýtt treyst. Eg skal vera vinur hins sjúka, bera ljós í fátæksmanssmáttu og fylla heim teirra ríku við gleði. Tíðindini um meg skulu koma bý úr býi, hvørt heim og hvørt hjarta skal lata seg upp fyri mær. Sigrandi skal eg fara úr einum landi aftur í annað, til navn mítt er á vørrunum hjá øllum!”

 

Meðan floytan soleiðis vaggaði seg í søtar dreymar, hevði meistari hennara endað spæl sítt. Hann legði ljóðførið til viks og fór avstað, meðan høllin tømdist, og áhoyrararnir fóru heim.

 

Floytan lá einsamøll eftir. Eingin spurdi eftir henni, eingin prísaði henni, meðan navn meistarans var á øllum vørrum. Tað var tíð uppá hjá floytuni at summa seg! Hvat dugdi hon í roynd og veru? Hon fekk ikki so frægt sum flutt seg, lívleys og hjálparleys lá hon har. Hon var bert ein deyður lutur! At enda raknaði hon við aftur, og alt erpni var tá horvið, tí í einum eygnabragdi skilti hon, at hon var – einki, og meistarin alt.

 

Sálin hjá mannabørnunum er sum floytan – hin stóri Meistarin, sum eigur alla æruna, er Harrin sjálvur.
E. Campbell umsetti