Kraftin í skrivaða orðinum

”Standið tí fastir, brøður, og haldið fast við lærdómarnar, ið tit hava fingið frá okkum, veri tað við talu ella brævi! ”
2.Tess.2,15

 

 

Bjørn Olav Thune

Tað kemur helst óvart á mong at síggja, hvussu ofta Bíblian sigur,at boðskapir vórðu sendir fólki og persónum í einum brævi.

 

Tað tykist, sum Paulus javnmetir brøv við kraftina í persónligum prædikum og boðanum, tá ið hann sigur: ”Standið tí fastir, brøður, og haldið fast við lærdómarnar, ið tit hava fingið frá okkum, veri tað við talu ella brævi! ” 2.Tess.2,15

 

Hizkia kongur sendi boðberarar um alt Ísrael og Juda við brævi, sum kallaði fólkið til umvending allastaðni. 2. Krýn. 30,6.

 

Mordokai og Ester skrivaðu eitt frælsisbræv vegna kong til fólkið í 127 landslutum ella skattlondum úr India til Etiopia. “Til hvørt skattland í skrift tess og til hvørja tjóð á máli hennara.” Ester 8,9.

 

Hesir sannleikar komu fram fyri okkum nu ein dagin, tá ið ein ung trúgvandi kona kom og segði okkum, at pápi hennara var vorðin frelstur av einum stykki í “Sunnudagsblaðnum”.

Takk, góði Gud!

Effie Campbell umsetti