Profetiskir varðar
„Svar hans ljóðaði soleiðis: »Fjórða djórið merkir, at fjórða kongaríki skal rísa upp á jørðini. Tað skal verða ólíkt øllum hinum ríkjunum; tað skal oyða alla jørðina, traðka og morla hana sundur. “
Dán.7,23
Tvær av bókunum í Bíbliuni, Dánjals bók og Opinberingin, greiða skilliga frá, at Rómverjaríkið úr fornøldini skal endurreisast á síðstu døgum og verða seinasta heimsríkið, áðrenn Jesus kemur aftur og setur á stovn sítt Messianska Túsundáraríki.
Tað tykist, sum ein týdningarmikil hending á leiðini móti Bíbliunnar uppfylling, at Rómverjaríkið skal endurreisast, er fullkomiliga farið aftur við borðinum hjá kristnifólkinum í Føroyum.
Menningin hjá EU, Sameindu Státunum í Evropa – sum flestu viðhaldsfólkini hjá EF og EU hava sagt, ongantíð skal gerast eitt sambandsríki – hevur altíð havt okkurt at gera við Róm, sjálvt um høvuðsstøðin hjá EU enn liggur í Brússel.
Tað, sum legði grundina undir EF og EU, var Róm-sáttmálin, sum varð undirskrivaður í Campidoglioborgini í Róm tann 25. mars 1957. Hesin sáttmáli, sum skapti tann stóra innara marknað, har vørur, tænastur og fólk frítt kundu fara um landamørkini, var fyrsti stóri varðin ella stabbasteinurin á tí leiðini, sum gongur móti uppfyllingini av bíbliuprofetiinum, at Rómverjaríkið skal endurreisast á evstu døgum.
Tann 29. oktober 2004 varð aftur ein stórur “profetiskur varði” reistur í somu Campidoglioborgini í Róm. Tá skrivaðu tey 25 limalondini í EU saman við teimum 4 umsøkjaralondunum, Turkalandi, Rumenia, Bulgaria og Kroatia, undir grundlógina hjá EU, sum í roynd og veru ger EU til Sameindu Tjóðir í Evropa, við egnum forseta og uttanríkismálaráðharra.
Grundlógin hjá EU sýtti fyri at taka við nakra sum helst tilvísing um kristna mentunnararvin í Evropa, hóast Vatikanið og katólska kirkjan mótmæltu harðliga.
Eitt slíkt ótolsemi við sterkum fordómum móti meiningum, sum hava rátt í tí mentunarliga og kristna arvinum í Evropa, boðar ikki frá góðum.
Troens Bevis (stytt) Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

