Hugnaløta fyri sjómansfamiljur

Kristi himmalsferðardag, 14. mai, millum kl.14 og 17, bjóðar Føroyska Sjómansmissiónin sjómansfamiljum til hugnaløtu á økinum við Leguhúsið í Nesvík.

Tá verður høvi at grilla mat á grillini hjá Leguhúsinum, sum familjurnar hava við.

Møguleiki verður fyri at spæla á økinum við Leguhúsið og at rógva við bátum. Familjurnar hava ábyrgd av børnunum.

Sjómansmissiónin bjóðar the og kaffi.

Enda verður við bøn og ”Gakk tú tryggur fram við góðum treysti.”

Allar sjómansfamiljur eru vælkomnar!

Føroyska Sjómansmissiónin

LES EISINI  Jesus við umborð
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina