Skjótið um tit tora!

„Eins og órein vit vórðu øll somul, allar okkara dygdir sum dálkað klæði; vit følnaðu øll sum leyvsbløð; misgerðir várar foyktu okkum burtur eins og vindur. “
Jes.64,5

 

 

Í einum býi í Suðuramerika, har talað varð spanskt, varð ein bretskur ríkisborgari handtikin, av tí at hann hevði verið uppi í einum ófriði har á staðnum. Hann varð dømdur at skjótast og varð tikin yvir til eina hermannadeild. Bretski og amerikanski sendimenninir mótmæltu, at maðurin skuldi avrættast; men tað var til fánýtis.

Brádliga, júst tá ið heryvirmaðurin skuldi rópa “skjótið”, turnaði bretski sendimaðurin fram og líka yvir til deyðadømda mannin, sveipaði bretska flaggið uttan um hann og rópti: “Skjótið, um tit tora!” Eisini amerikanski sendimaðurin leyp fram og ballaði mannin inn í amerikanska flaggið.

 

Hermenninir lótu vápnini peika niðureftir, og teir lótu mannin upp í hendurnar á ensku myndugleikunum.

 

Hetta er ein góður lærdómur hjá okkum, ein fín mynd upp á orðið í Róm. 8,1: “So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi.” Vit kunnu syngja við Jesaja: “Stórum eg gleðist í Harranum, um Gud mín fegnast mín sál, tí at hann hevur latið meg í frelsubúna, sveipað meg í rættlætis skikkju.” Jes. 61,10. Vit eru undir vernd hins hægsta og eru ílatin Kristi rættferðarbúna. Kongur konganna sigur: “Hesin, hann er fríur. Hann er reinsaður í Jesu blóði. Satan, synd og deyði noyðast at rýma. Eingin kann døma hann.”

 

Á tann búni! Skyggjandi hvítur, uttan blett ella rukku. Fullkomiliga reinsaður. Tá ið vit skulu fram fyri Gud, hin heilaga kongin, nyttar einki at koma í sínum egnu skitnu klæðum. Vit mugu lata okkum úr kloddunum. Nakin og púrgað fyri alt, verða vit ílatin tann búnan, Jesus vann til okkum syndarar á Golgata.

 

Vinurin, hevur tú latið teg í henda búnan? Ella heldur tú, at tú ert nóg góður, sum tú ert? Tú lesur, biður, ofrar, hoyrir Guds orð, livir so frægt, sum tú kanst. Veitst tú ikki, at øll tín rættvísi er sum eitt skitið klædnaplagg? (Jes. 64,5) Tú stendur ikki mát. Gud kann ikki góðtaka teg. Tá ið tú stendur framman fyri honum, ert tú skitin og vamlisligur í sjálvum tær. Lova Gudi at lata teg úr tínum klodduta búna, sum er gjørdur úr sjálvrættvísi, og lat hann sleppa at lata teg í “Kongsins klæðir”. Vælsignaði Jesus, sum keypti okkum ein so dýrgoldnan búna. Hann er vovin úr hjartablóði hansara, men tú fært hann av berari náði. Tá hóskar tú at vera uppi í tí stóra hvít skaranum. Tá hóskar tú til himmalin.

Effie Campbell umsetti