Liberala gudfrøðin

Tí, av tí at tú ert flógvur, og ert hvørki heitur ella kaldur, skal eg spýggja teg út úr munni mínum –
Op.3,16

 

Fleiri av teimum, sum lesa gudfrøði á norskum fróðskaparsetrum og lærdum háskúlum, mugu slaka mótvegis trúgv sínari, av tí at læribøkurnar eru so frílyntar.

 

Fyri at stovnurin skal fáa ríkisstudning, noyðast lærararnir at undirvísa úr serligum læribókum, sum státurin hevur góðkent, og tær eru ofta ógvuliga frælslyntar viðvíkjandi tí at vera trúgvur móti Bíbliunnar læru.

 

 

Tá er vandi fyri, at háskúlin “selur sína sál” fyri at blíva góðkendur. Um næmingarnir ikki eru sera grundfestir í trúgv síni, at Bíblian er lýtaleys, so kann tað fara at ridla undir teimum, og teir koma í eina trúarkreppu, og haðani koma teir út aftur sum “veingjaskerdir boðberarar”, uttan salving og eldhuga fyri Guds orði og sannleika tess.

Svein-Magne Pedersen. Effie campbell umsetti