Sjónin hjá Hudson Taylor

„Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar.“ “
Matt.28,19-20

 

Hudson Taylor var úr Onglandi. Hann fór til Kina sum trúboðari. Her grundaði hann “Kina Indlands Mission”. Í árinum 1889 var hann staddur í Onglandi. Sum hann stóð har og talaði, tagnaði hann brádliga og blundaði. Tá ið hann fór aftur at tala, segði hann:

“Eg havi sæð eina sjón. Í hesi sjón sá eg eitt stórt kríggj, sum fataði um allan heimin. Eg sá, at hetta kríggið endaði, og so byrjaði tað aftur, í veruleikanum vóru tað tvey kríggj. Eftir hetta sá eg nógvan ófrið og uppreistur, sum fór at fáa ávirkan í mongum tjóðum. Summstaðni sá eg andaliga veking. Í Russlandi sá eg, at tað fer at koma ein andalig veking um alt landið. Hon fer at verða so stór, at ongantíð aftur fer at koma nøkur, sum er lík henni. Úr Russlandi sá eg, at henda vekingin breiddi seg til mangar evropeiskar tjóðir. Síðani sá eg eina alfevnandi veking eftirfylgd av Kristi aðru komu.”
Effie Campbell umsetti