Sat7 30 ár

Kristna sjónvarpsrásin heldur áfram við at boða sama gleðiboðskapin, sum varð álagdur lærusveinunum og Jesus trúgvandi vinum í Jerusalem 1. hvítusunnudag.

Hesi boðini vóru givin áðrenn nakar fylgisveinur, skermur ella lestrarmøguleikar vóru til; har samskiftið millum meginlondini, lá nógv hundra ár frammi í tíðini.

Men hóast hetta, fingu lærusveinarnir, sum vóru samankomnir í Jerusalem eftir Kristi himmalferð, eini ovurhonds stór sendiboð.

”Tá ið hvítusunnudagur kom, vóru tey øll saman komin. Og brádliga kom eitt dun av himli, sum tá ið harveður brestur á, og fylti alt húsið, har tey sótu. Og tungur sum av eldi, vístu seg fyri teimum og skildu seg sundur og settust á eitt og hvørt teirra. Og tey vóru øll fylt av Heilaga Andanum og fóru at tala á øðrum tungumálum, so sum Andin gav teimum at mæla. Í Jerusalem búðu gudsóttandi jødar úr øllum heimsins londum» Ápostl. 2:1-5.

Brádliga kundu lærusveinarnir tala Guðs orð á ymiskum tungumálum. Og alt fólkið sum var savnað í Jerusalem, fyri at hátíðarhalda jødisku hvítusunnuna Shavuot, har tey minnast tá Móses fekk lógartalvurnar á Sinai fjall, hoyrdu nú boðskapin á teirra egna máli. Ápostl. 2:9-11

Hvítusunnudagur: kirkjunar føðingardagur, har fyrsta kristna útsendingin fór fram.

Umleið 2000 ár seinni, í ár, fall kristni hvítusunnudagurin og 30 ára føðingardagurin hjá Sat7 saman. Sat7 heldur áfram, gjøgnum fylgisveinar, at boða gleðiboðskapin til milliónir av hyggjaraum um alt Miðeystur og Norður Afrika, á teirra egna tungumáli.

«Eg lovi Harrananum fyri tey, sum hava yvirsett Guðs orð til okkara mál, so vit kunnu tilbiðja Harran á okkara egna móðurmálið.» sigur Daniel frá Turkalandi.

Fyri nógv í Miðeystri og Norður Afrika, er tað lívsbroytandi, at hoyra boðskapin á teirra egna máli. inn í teirra egnu mentan og støðu. Umframt á høvuðsmálunum: arabiskum, turkiskum, farsi og enskum, framleiðir Sat7 eisini sendingar til minniluta ættar- og málbólkar, serliga í Norður Afrika.

Eftir at allar tær protestantisku kirkjurnar í Algeria, undantikið einari, vóru læstar, stuðlar Sat7 teimum trúgvandi har við sendingum, á teirra egna máli, sum er kabyli. Í Afghanistan verða undirvísingar og andaligar sendingar sendar á dari málinum. Í Tadsjikistan vera avbyrgdar kvinnur náddar við tadsjikiskum máli osv.

Fyri nógv av hesum avbyrgdu kristnu, merkir hetta meira enn ein yvirseting av málinum, fyri tey merkir hetta: at vera funnin.

«Eg kenni meg sum ein andaligan fremmandan her í Iran og havi ongar kristnar vinir.» sigur Beita. «Men tá eg fekk ljóðsamband við tykkum, svaraði tað mínum bønum. Heilagi andin talaði til mítt hjartað»

Tá teir fyrstu lærusveinarnir í Jerusalem fingu heilaga andan, kundu teir ikki tiga longur. «Men tit skulu fáa kraft, tá ið Heilagi andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera míni vitni bæði í Jerusalem og øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar.» Ápostl. 1:8

Fyrsta hvítusunnan var ein byrjunnar pallur. Frá at sita kvirr inni á loftstovuni, stórt 100 í tali, til Pætur stóð fram og talaði, fyltur av Heilagum Anda, løgdust umleið 3000 afturat sama dag. Missiónin var byrjað, frá kvirru til, við Heilaga Andans mátti, at kunngera gleðiboðini um allan heimin.

Hendan broytingin, frá kvirru til frímóð og boðan, hendir eisini fyri Sat7 hyggjarar í dag.

”Eg var so ofta ivandi og mær tørvaði sjálvsálit tá eg tosaði,” sigur Cyros frá Iran. ”Men tá eg lesi orðini sum tit senda mær, kenni eg at tey tala til mín. Takk fyri at tit hjálpa mær at læra Jesus Kristus at kenna so eg kann vera styrktur av hansara orði» Langt áðrenn fylgisveinar og lestrar vóru til, fingu vit ein sermerktan boðskap á hvítusunnu, sum noktaði at vera avmarkaður til eitt stað, eitt fólk og eitt mál.

Næstan 2000 ár seinni, heldur Sat7 áfram við at bera hesi gleðiboðini til allar hyggjarar í MENA umráðnum. Gleðiboðskapin sum fólki hoyrir á teirra egna og móðurmáli og sum nær inn í hvørja stovu, skúlastovu, landsbygd ja sjálvt inn í fólkaflóttatjøldini.

Sendiboðini sum vit fingu á fyrsta hvítusunnudegi eru ongantíð tagnaði.

Kelda: Sat7, leystliga umsett.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina