Fótbóltur, felagsskapur og Jesus í miðdeplinum
Í hesum fótbóltsdøgunum, har HM setir sín dám á stóran part av heiminum, var dystur eisini á skránni í Havn.
Fríggjakvøldið tók Salt ungdómur ímóti GMH ungdóminum av Glyvrum, á niðara vølli í Gundadali. Men áðrenn dómarin floytaði dystin í gongd, hittust bæði liðini til eitt felagsmøti í Meinigheitshúsinum í Havn.
Á skránni var lovsangur og ein stutt andakt, har Sonni Steinhólm tosaði út frá 1. Kongabók 3:16–28. Hann legði dent á, hvussu Guð gav Sálomoni møguleikan at biðja um júst tað, hann ynskti sær. Sálomon bað ikki um ríkidømi ella æru, men um Guðgivnan vísdóm at leiða tað fólkið, sum Guð hevði givið honum ábyrgdina av. Guð svaraði bønini og gav honum vísdóm, og Sonni minti okkum á, at sami Heilagi Andi eisini býr í teimum, sum hoyra Jesusi til í dag.
Eftir møti var farið niðan í Gundadal at spæla dyst. Spælið koyrdi sera væl, og tá floytað var til hálvleiks, var støðan 1-4 til GMH. Í steðginum høvdu venjarinir nøkur vís orð til sínar leikarar, áðrenn sett var í gongd aftur. Bæði liðini kempaðu hart, og spældu ein góðan dyst, men í síðsta enda fóru GMH við sigrinum 8-2 á Salt ungdómið.
Men úrslitið var ikki tað týdningarmesta hetta kvøldið. Endamálið við slíkum tiltøkum er fyrst og fremst at savna kristnan ungdóm úr ymiskum pørtum av landinum, styrkja felagsskapin og skapa vinarbond tvørturum samkomur og bygdir. Gjøgnum felagsskap, lovsang, Guðs orð og eisini fótbólt, ynskja vit at minna hvønn annan á, at tað, sum bindur okkum saman, er trúgvin á okkara frelsara og kong, Jesus Krist.
Tá dysturin var av, varð boðið til suppu og kaku í Meinigheitshúsinum, har góði felagsskapurin helt fram.
Annfríð Erlandsdóttir Jacobsen
Trúboðin



