Øll hava líka høgt virði

„Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guðs gáva;“
Ef.2,8

 

 

Ein trúboðari yviri í USA tók ein 100 dollarseðil og helt hann upp fyri samkomuni. Seðilin var so slættur, at tú skuldi hildið, at hann var strokin, og um tú helt hann upp fyri nøsini, kundi tú kanska lukta prentsvertuna. ”Hvat er virði á hesum seðli?” spurdi hann.

 

”100 dollarar!” rópti samkoman.

Trúboðarin rullaði síðani seðilin um fingurin og tók hesa rulluna upp í lógvan og trýsti spakuliga á. Nú var seðilin ikki so vakur longur. Hann var rukkutur. So lyfti hann aftur seðilin upp og spurdi: ”Hvat er virði á hesum seðli?”

 

”100 dollarar!” rópti samkoman.

At enda tók trúboðarin seðilin og kroysti og rukkaði hann og klípti eitt petti av kantinum av. Nú sá seðilin ljótur út. ”Hvat er hesin seðilin verdur?” rópti hann.

 

”100 dollarar!” svaraði samkoman.

 

”Ja, nettupp!” svaraði trúboðarin. ”Virðið stendur jú prentað á hann. Somuleiðis er tað við okkum. Øll menniskju hava sama virði, tí øll eru keypt fyri sama prís, nevniliga við Jesu blóði. ”Tí av náði eru tit frelstir, VIÐ TRÚGV, og tað er ikki tykkum at takka, tað er GUDS GÁVA.” Ef. 2,8. ”Og ikki er frelsa í nøkrum øðrum (enn Jesusi); tí at ikki er heldur nakað annað navn undir himlinum, givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við.” Áps. 4,12. Virðið er sett á okkum, prísurin er hin sami fyri øll. Rúsmisnýtarin varð keyptur fyri sama prís sum stjórin, og tí hevur eingin nakað at rósa sær av. Alt er av náði. Men skulu vit fáa hesa stóru gávu, mugu vit biðja um fyrigeving og bjóða Jesusi inn í hjarta okkara, og tað er einki at bíða við! Tíðin, vit liva í, er álvarsom. Eingin okkara veit, nær Jesus kemur aftur.