Sand- ella klettagrund?
„Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn; “
Matt.7,24
Alt tað sjónliga, sum hoyrir hesari verð til, er sandgrund, sum verður skolað burtur undan tær tann dagin, tu doyrt. Hvat hevur tú tá? Himmiríkið er hitt æviga ríkið. Bygg lív títt á Guds orð, sum er til ævigar tíðir. Tað skal bera teg ígjøgnum hetta lívið og líka inn í Guds æviga ríki. e.c. ums.
Edvard Poulsen

