Tey lítisverdu

”MenSakeus steig fram og segði við Harran: »Sí, Harri, helmingin av ogn míni gevi eg fátækum, og um onkur er, sum eg av órættum havi tikið ov mikið frá, vil eg lata tað ferfalt aftur.« Men Jesus segði við hann: »Í dag hevur frelsa verið hesum húsi fyri, við tað at eisini hesin maður er sonur Ábrahams; ”
Luk.19,8-9

 

Tey menniskjuni, sum onnur halda hava lítið upp á seg, verða ofta nettupp brúkt av Gudi at boða evangeliið. Tað eru nógv dømi um tað í Bíbliuni:

 

Tað er syndarinnan, sum salvar Jesu føtur – ikki Símun farisearin.

 

Tað er tann fátæka einkjan, sum gevur alt, sum hon eigur – ikki tey ríku.

Tað er ein fremmandur sámariubúgvi, ið hjálpir tí neyðstadda – ikki presturin og levitturin.

 

Tað er hin vanvirdi Sakeus, sum letur aftur tað, ið hann hevur kraft ov mikið – ikki hini.
e.c. Ums.