Tá ið Reinhard Bonnke fekk kyndilin handaðan

„Men tá ið teir vóru komnir yvirum, mælti Elia við Elisa: »Bið um okkurt, sum eg skal veita tær, áður enn eg verði tikin frá tær!« Elisa svaraði: »Gævi at tveir triðingar av anda tínum mega koma yvir meg!« “
2.Kong.2,9

 

 

Reinhard Bonnke er úr Norðurtýsklandi. Hann varð frelstur sum blaðungur og upplivdi Heilaga Andans dóp. Tá fekk hann eisini kall at fara til Afrika.

 

Tað fyrsta, hann gjørdi, var at fara á bíbliuskúla í Onglandi. Tá ið hann var liðugur við bíbliuskúlan 21 ára gamal, skuldi hann fara heim aftur til Týsklands. Hann ferðaðist um London. Av tí at tokið ikki skuldi fara fyrr enn um kvøldið, hevði hann stundir at hyggja seg um.

 

Hann helt, at tað kundi verið stuttligt at sloppið at gjørt eina rundferð til tey kendu støðini í London; men tað hevði hann ikki ráð til. Tó hevði hann so frægt, at hann fekk keypt sær ein bussferðaseðil, sum tú kanst brúka í ein heilan dag.

 

Hann fór so inn í ein tvídekkara og koyrdi norðureftir. So skifti hann buss og koyrdi vestureftir. So fór hann úr bussinum og koyrdi suðureftir, og at enda fór hann við einum bussi, ið koyrdi eystureftir. Tá helt hann, at nú var hann so móður at sita, so nú var best at fara at ganga eina løtu.

 

Sum hann gongur bara onkrastaðni og ikki hevur nakra ávísa ætlan, kemur hann til suðursíðuna á Temsánni og endar í teimum vøkru gøtunum í Clapham. Á einum gøtuhorni aftan fyri ein høgan rimagarð, sær hann eitt skelti á einari hurð, og á tí stendur: George Jeffreys.

 

Tað er, sum eldur slær niður í hann. Hann hevur júst lisið eina bók, sum hesin trúboðarin hevur skrivað, og hann fær seg næstan ikki at trúgva, at hann av tilvild kanska stendur í túninum hjá hesum manni. Kann hetta vera hin stóri trúboðarin, sum hevði sínar røtur í tí walisisku vekingini? Hann boðaði hitt fulla evangeliið um alt Ongland saman við bróður sínum Stephen og øðrum í familjuni. Hann hevði rist býir við orðum sínum, og fólk í tíggjutúsunda tali høvdu upplivað stór undur. Nei, tað kundi ikki bera til, hann mundi vera deyður langt síðani, og harumframt var Jeffreys eitt vanligt eftirnavn í Onglandi, og George var eitt uppaftur vanligari fornavn.

 

Hann skuldi fara víðari, men okkurt steðgaði honum, og hann vendi aftur og ringdi upp á duraklokkuna.

 

Ein stór og breið kona læt upp. “Er tað trúboðarin George Jeffreys, sum Gud brúkti so veldiliga, sum býr her?” spurdi Bonnke.

 

“Ja,” svaraði konan.

 

“Kann eg sleppa at tosa við hann?”

 

“Nei,” svaraði konan.

 

Hon var stór og breið og fylti alt duragloppið, so ógjørligt var at sleppa fram við henni.

 

Tá ljóðaði alt í einum ein djúp rødd oman av loftinum: “Læt hann sleppa inn!”

Og oman gjøgnum loftstrappurnar kom George Jeffreys. Hann var 72 ára gamal; men hann sá út, sum var hann 90 ár.

 

“Hvat vilt tú?” spurdi hann.

 

Bonnke segði, hvør ið hann var, og at hann beint var liðugur við bíbliuskúlan og hevði kall at fara til Afrika. Hann segði eisini, at hann hevði lisið um George Jeffreys og tí fegin vildi heilsa upp á hann. So tosaðu teir saman um Guds arbeiði.

 

Brádliga fall George Jeffreys á knæ og togaði Reinhard Bonnke niður við sær. Hann legði hendurnar á høvur hansara, og so fór hann at vælsigna og vælsigna og vælsigna hann við allari himmalsins signing. Heilagi Andin fylti alt rúmið. Salvingin fleyt júst sum oljan hjá Ároni. Tað var eins og rann hon niður eftir høvdinum og niður “til seymin á klæðunum” so at siga. Bonnke hevði svimbul, tá ið hann fór haðani.

Fýra vikur seinni var George Jeffreys farin inn í dýrdina.

 

Reinhard Bonnke var komin til Jeffreys í evstu løtu, og hann er púra vísur í, at tað var Harrin, sum hevði lagt ætlanir um henda fundin. Hví skuldi Bonnke annars endað beint í túninum hjá Jeffreys í einum býi, har 10 milliónir búgva, tá ið hann ikki so frægt sum hugsaði um George Jeffreys? Bonnke sá skilliga Guds hond uppi í øllum. Tað var ikki av tilvild, at hann fór av bussinum júst har. Jeffreys handaði honum kyndilin, so hann kundi bera hann víðari.

 

Í Bíbliuni lesa vit um Elisa, sum læt seg í kappan hjá Eliasi, og hvussu ríka tænastu hann fekk. Og so kunnu vit spyrja: “Bar Reinhard Bonnke kyndilin víðari?”

 

Ja, so sanniliga. Hann hevur stovnað og er leiðari fyri “Christ for All Nations”. Á hvørjum ári sær hann tvær milliónir menniskju troka seg fram, tí tey vilja verða frelst, og nógv undur og nógvar grøðingar fara fram.

 

Hann hevur skrivað bókina “Evangelisering med Ild”, sum Hermon Forlag hevur givið út. Effie Campbell umsetti