Ein ófatiligur kærleiki

„Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.“
1.Jóh.1,9

 

Richard Wurmbrand (1909 – 2001) var av jødaætt, føddur í Rumenia. Hann var evangelisk-lutherskur prestur og professari. Í 1948 – 10 ár eftir at hann varð blivin kristin – segði hann alment, at kommunisman og kristindómurin kundu ikki sameinast. Hann og konan Sabina hava bæði verið í Føroyum. Eg minnist einaferð uppi í ítróttarhøllini á Nabb, at hann stóð á pallinum og vendi ryggin til og togaði undirtroyggjuna upp og vísti okkum, hvussu illa ryggurin var meinslaður. Mong líða nógv fyri sína kristnu trúgv. Tey siga sum so: ”Jesus hevur ongantíð svikið meg. Eg vil heldur ikki svíkja Hann.”

 

Rita Aasen í Bedehuskanalen greiddi einaferð frá, at Richard Wurmbrand hevði sagt frá nøkrum, sum hann hevði upplivað. Hann lá í einari song í einum sjúkrahúsi, tí teir høvdu farið so illa við honum. Ein annar maður lá á somu stovu, og hann var uppaftur verri viðfarin. So brádliga verður ein triði maður koyrdur inn á somu stovu. Tað er bøðilin hjá tí illa pínda manninum. Hann man hava gjørt okkurt, tá ið hann er fallin í ónáðir hjá teimum ráðandi.

 

Klokkan eitt um náttina hoyrdi Wurmbrand okkurt skava. Tá ið hann hugdi upp, sá hann ”ofrið” royna at aka seg út úr songini. Hann fall á knæ og grulvaði yvir til sín ”bøðil” og segði: ”Eg fyrigevi tær alt, sum tú hevur gjørt móti mær. Vilt tú ikki taka ímóti Jesusi og blíva frelstur?”

 

”Tað kann eg ikki, tí eg havi skikkað mær so illa!”

 

”Jú, Jesus kom at frelsa syndarar. Tað er einki menniskja, sum Hann ikki hevur goldið fyri. Men tú mást biðja Hann um fyrigeving fyri allar tínar syndir, og síðani skalt tú taka ímóti Honum sum Frelsara og Harra.”

 

Tað gjørdi maðurin, og hann bleiv so glaður. Tá ið Wurmbrand vaknaði morgunin eftir, vóru báðir deyðir.

Effie Campbell