Hann gongur við lið mína
“Einki svørð, ið smíðað verður ímóti tær, skal fáa sigur; hvørja tungu, ið talar ímóti tær, skalt tú sakfella. Hetta er lutur tænara Harrans, tað rættlæti, sum teir fáa hjá mær, sigur Harrin.”
Jes.54,17
Rita Aasen í Bedehuskanalen segði einaferð, at um tú fert út í eitt arbeiði fyri Gud, so kanst tú rokna við mótstøðu frá Satani, tí tað dámar honum ikki. Tá ið hon sum ung byrjaði eitt andaligt arbeiði, fekk hon so ógvisliga mótstøðu, at tað var, sum skryktist teppið undan henni.
Hon lá á knæ í bøn. Hon sigur so við Harran: ”Harri, nú tendri eg útvarpið, men eg veit ikki, hvørjari útvarpsstøð tað stendur á. Kann eg ikki sleppa at taka tey fyrstu orðini, sum koma út úr útvarpinum sum títt svar til mín?” Hon reistist og tendraði útvarpið. Tá ljóðaði út úr tí:
Hann gongur við lið mína, leiðir meg fram,
hann verður ei troyttur sum eg.
Við deyða á krossi hann lívið mær vann,
hann svíkur ei, svíkur ei meg.
Hatta er niðurlagið í sanginum ”Hví skal eg nú syrgja” Nr. 490 í MS sangbókini. Niðurlagið kom aðru ferð og triðju ferð, og soleiðis helt tað áfram í tveir heilar mánaðir.
”Tað vísti seg, at eg var komin fram á eina lítla kristna útvarpsstøð, og teir høvdu fingið nakrar tekniskar trupulleikar, og tað tók teimum heilar tveir mánaðir at fáa alt aftur í rætt lag.
Men hatta bar meg ígjøgnum alla hesa sváru tíð, sum eg gjøgnumlivdi tá.”
– – – – –
Eg kenni so væl alla hasa støðuna aftur. Eg var nøkur og 20 ár, tá ið eg upplivdi júst hitt sama. Eg var stutt síðani byrjað at skriva, og tá fekk eg eitt álop, sum vildi taka lívsgrundarlagið undan mær. Eg fall á knæ og rópti á Harran. Eg græt og bað, og bað og græt. Eg hugsaði, at nú steðgaði eg bara við at skriva, tí hetta var ov hart. Eg sigi so við Harran: ”Tú sært mítt hjarta, og Tú veitst, at eg bara vil gera hitt rætta. Harri, nú taki eg eitt mannakorn, sig mær so gjøgnum tað, hvat ið Tú heldur um alt hetta!”
Í skálini við mannakornum lógu millum 600-700 skriftstøð. Eg tók eitt upp, og har stóð Jes. 54,17. Eg læt so Bíbliuna upp og las: ”Einki svørð, ið smíðað verður ímóti tær, skal fáa sigur; hvørja tungu, ið talar ímóti tær, skal tú sakfella. Hetta er lutur tænara Harrans, tað rættlæti, sum teir fáa hjá mær, sigur Harrin.”
Og tað kom eg sanniliga at fáa, tí stutt eftir bleiv eg spurd uppi á skúlanum, um eg vildi umseta nakrar søgur til føroyskt, sum Ib kundi ganga hús úr húsi og selja, og soleiðis komu 9 bøkur í røðini ”Skýmingarløtan” út. Effie Campbell
Edvard Poulsen

