Hann gevur lívinum innihald og meining
„Sum hjørtur tráar eftir rennandi áum, so tráar mín sál eftir tær, o Guð! “
Sálm. 42,2
Toril Sogstad úr Gjøvik var gestur hjá Astri Weber Gellain
Laurendz á Visjon Norge. Toril bleiv frelst sum 14 ára gomul.
Hon vaks ikki upp í einum trúgvandi heimi, og mamman legði
henni tey ráðini, at hon skuldi ikki tosa um trúnna hjá sær, tað
skuldi hon halda fyri seg sjálva, tí tað var privat.
„Men eg lurtaði ikki eftir henni,“ sigur Toril, „tí mítt hjarta
brendi fyri Jesusi. Eg vitnaði og bað fyri sjúkum. Eg bleiv frelst
í skúlanum gjøgnum tað kristna „skolelaget“, sum vit kalla tað
her í Noregi. Eg broyttist og bleiv trygg og glað, tá ið eg tók
ímóti Jesusi. Vit høvdu andakt á skúlanum í fyrsta fríkorter-
inum. Teir trúgvandi næmingarnir skiftust um at hava hana.
Eg var púra blonk viðvíkjandi kristindóminum, eg visti einki.
Eg hoyrdi, at tey tosaðu øll um náði. Eg hugsaði: „Hvat er náði
fyri nakað?“
Ein dagin, tá ið eg fór oman í miðbýin ørindi í oysregni,
møtti eg formanninum í skolelaget, og eg segði: „Vilt tú siga
mær, hvat ið náði er?“ Hann leyp av súkkluni og segði: „Hygg,
nú gevi eg tær eina gávu.“ So rætti hann tvær tómar hendur
fram og segði: „Tú skalt ímynda tær, at eg rætti tær eina gávu.
Vilt tú ikki taka ímóti henni?“
„Jú.“ Eg gjørdi, sum eg tók ímóti „gávuni“. Men hann segði:
„Tú mást pakka hana upp fyri at vita, hvat ið er í pakkanum.“
– Eg gjørdi, sum eg pakkaði hana upp. „Soleiðis skalt tú gera,
tá ið tú tekur ímóti Jesusi. Gávan er ókeypis. Tú fært hana
fyri einki. Men tú mást pakka hana út fyri at fáa fult gagn av
henni,“ segði hann.
„Hvussu ber tað til, at tú ert so brennandi allastaðni, har
tú fert, í fongsul, millum tey fátæku og rúsevnismisnýtarar í
Moldava, Ísrael og aðrar staðir?“ – „Tað eri ikki eg, men Heilagi
Andin í mær, sum virkar. Tá kann eg ikki annað. Jesus hevur
lagt hesa trongdina niður í meg. Tú verður ikki frelstur av at
gera góðar gerðir. Frelsan er ókeypis, tú fært hana fyri einki.
Men tú gert góðar gerðir, eftir at tú ert frelstur. Jesus hevur alt
at týða fyri meg. Hann gevur lívinum innihald og meining.
Effie Campbell
Edvard Poulsen

