Seks nýggjar søgur til børn eru nú klárar

Í eina mansævi hevur Katrin Joensen savnað smáar søgur til børn – søgur, sum gjøgnum árini hava verið brúktar kring landið til upplestur í sunnudagsskúlum, sum góðanáttsøgur og til hugnaligar familjuløtur í sofuni.

Á jólum løgdu vit tríggjar jólasøgur út. Nú halda vit fram við seks nýggjum søgum úr bókini Ein undursom bjarging – søgur, sum eru lisnar inn á føroyskum og hava fingið ljóðmynd við tónleiki og ljóðeffektum.

Søgurnar eru stuttar og hugnaligar og bera ein góðan kristiligan boðskap um trúgv, bøn, kærleika, gleði og at geva av hjarta.

Tú kanst lurta eftir søgunum í spælaranum niðanfyri ella finna tær á Spotify.

LES EISINI  Matteus evangeliið – kapittul fyri kapittul
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina