Altargongd í Kina

Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hevur ævigt
lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.
Jóh.6,54

 

Í Kina búgva meir enn 1.400 milliónir menniskju, so fjórða hvørt
fólk á jørð er ein kinesari. Harrin má hava verið serliga góður við
teir, tí hevur hann gjørt so nógvar av teimum. Ongar kirkjur
eru í Kina. Kortini vita vit, at tað eru kristin har; men verða tey
uppdagað, blíva tey dripin beinanvegin.

 

Ein kristin fór til býin Shanghai. Hetta er størsti býur í Kina,
kanska størsti býur í heiminum. Har eydnaðist tað honum
sanniliga at koma í samband við ta undirjørðisku kirkjuna.
Soleiðis kallast tey kristnu, sum samlast í loynd.

 

Presturin har var 103 ára gamal! Hann fór ikki frá við
eftirløn, tá ið hann var 67 ella 70 ár. Eingin var at gjalda honum
eftirløn, og tá ið hann so var 100 ár, kundi hann líka so væl
halda á at verða prestur og hirði fyri sínari meinigheit.

 

Í Kina eru ongar Bíbliur. Tá tað hendir, at ein verður smuglað
inn, verður hon skrødd sundur í petti, so ein fær Matteusar
Evangeliið, ein annar 1. Mósebók, ein triði Opinberingina
o.s.fr. Hesin prestur hevði fingið Ápostlasøguna, og hann helt
eina prædiku fyri og aðra eftir ár undan ári úr Ápostlasøguni.

 

Tá ið tey fóru til altars og skuldu samlast um breyðbrótingina,
var einki breyð at bróta, tí í Kina er einki breyð. So brúkti
presturin rís í staðin fyri. Tá ið hann breyt tað og gav teimum
tað, var tað ógvuliga álvarsamt, tí tey vistu, at um tað bleiv
uppdagað, tað, tey gjørdu her, so bleiv teirra egna likam brotið,
og tað beinanvegin. – Vín høvdu tey heldur ikki, tí vín er ikki
at finna í øllum Reyða-Kina, so nýttu tey vatn í staðin fyri.

 

Hesi menniskju samlaðust um borð Harrans undir trongum
umstøðum. Teirra lív kundu koma at liggja á. Hvussu er við
okkum? Fara vit fús eftir boðum Harrans til altars? Hann
hevur sjálvur sagt: „Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð
mítt, hevur ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.“
Jóh. 6,54. Effie Campbell