Vit hava eina Ábrahams-uppgávu at fremja

Og nú vita tit, hvat ið heldur honum aftur, inntil hann verður opinberaður í sínum tíma. Tí at loynimálið í lógloysinum er longu farið at virka, bert at tann, sum nú heldur aftur, verður beindur burtur av veginum;
2.Tess.2,6-7

 

 

Tá ið vit í Nýggja Testamenti lesa um endatíðina, stendur, at Antikrist kann ikki stíga fram, fyrr enn ”Hann”, sum heldur honum aftur, verður beindur av vegnum (2. Tess. 2,6-7). Og hvør er so hesin ”Hann”? Tað er Heilagi Andin. Tí tá eru ongar bønir, lovprísan, kristniboðan og vitnisburðir. Tá verður alt ljós og salt tikið av jørðini, tí Guds trúgvandi børn eru rykt burtur hiðani. Tá stígur Antikrist fram.

 

Men til tá hava okkara bønir og vitnisburðir Heilaga Andans kraft í sær ”at halda honum aftur”.

 

Vit mugu læra av Ábrahami, tá ið tað ræður um okkara ófrelstu slekt.

Bróðursonur Ábrahams, Lot við sínari familju, valdi at búgv á einum ómetaliga myrkum staði, Sodomu. So myrkt var har, andalig talað, at Gud gjørdi av at oyða fleiri býir har, Sodoma íroknaður. Einglarnir, sum skuldu fullføra dómin, blivu mest sum argir inn á Lot, sum drálaði so leingi. Eingilin segði við Lot: ”Kvika tær! Tí eg fái einki gjørt, fyrr enn tit eru trygg og uttan vanda!”?

 

Lot slapp út. Men aftan fyri hann, finna vit ein mann, sum kendi til GUDS EVNI AT HALDA AFTUR GJØGNUM BØN. Maðurin var Ábraham, farbróðir Lots.

 

Skrivað stendur um hann í 1. Mós. 19,27-29: ”Tíðliga um morgunin fór Ábraham til plássið, har sum hann hevði staðið fyri ásjón Harrans. Og tá ið hann hugdi út yvir Sodomu og Gomorru og alt slættlendið, sá hann roykin stíga upp av landinum – sum roykin úr einum smeltiovni.” V.D.

 

MEN GUD HEVÐI HOYRT BØN ÁBRAHAMS OG FRELST LOT og bjargað honum frá tí vanlukku, sum beindi fyri býunum á slættanum.

 

TÚ OG EG HAVA EINA UPPGÁVU, EITT ARBEIÐI AT GERA! Eina Ábrahams-uppgávu at brúka tíðina at biðja fyri okkara kæru!!!

Effie Campbell umsetti