Sannan frið fært tú bara í JESUSI

Men enn meðan hann gekk hagar, reiv og sleit hin illi andin ræðuliga í hann. Men Jesus hótti at hinum óreina andanum og grøddi drongin og gav faðir hansara hann aftur.
Luk.9,42

 

Rita Aasen greiddi frá á Bedehuskanalen, at hon hevði verið sjúk frá barnaárum. Hon hevði biðið nógv til Jesus um grøðing, tí hon kendi lyftini. Men hon bleiv ikki grødd. Tað løgna var, at tá ið hon bað fyri øðrum, so blivu summi grødd í stundini. Onnur blivu grødd yvir eina tíð, og summi blivu als ikki grødd.

 

Hon nevndi, at hon hevði lagt merki til, at hon fekk kortini signingar gjøgnum sína tænastu fyri Harran. Hon kom við einum dømi: ”So kom aftur eitt ringt tíðarskeið hjá mær við nógvari pínu. Eg varð innløgd og tók fleiri blóðroyndir og ymsar kanningar. Eg var rættiliga ússalig og bleiv koyrd inn á eina stovu, har ein onnur kona lá.

 

Tann konan hevði hug at práta, men eg segði: ”Kunnu vit ikki práta í morgin!”

Eg segði tað ikki serliga fólkaliga, men bara sum eina áminning um, at eg var illa fyri og orkaði ikki at práta. Morgunin eftir kemur konan yvir til mína song og sigur: ”Hvat er tað við tær??”

 

Eg helt, at hon spurdi, hvat ið mær bagdi, men hon segði nei, tað er ikki tað. ”Í gjár, tá ið tú komst inn á stovuna, var okkurt aftan fyri teg, og ein veldigur friður fylti alt rúmið. – Eg brúki shamanismu, og har eru kreftirnar ómetaligar. Eg havi eisini søkt mær kraft frá ymsum øðrum, men einki er sum tann kraftin, sum tú hevur. Eg skal siga tær, at eg havi ikki fingið ordiligan svøvn í ein heilan mánað. Men í nátt havi eg sovið alla náttina á tamb, og tað er av hasum friðinum, sum kom inn við tær. Hvat fyri kraft er tað, sum tú brúkar?”

 

Tá kundi Rita vitna fyri henni. ”Eg eri kristin. Eg trúgvi á Jesus, og eg havi bjóðað honum inn í mítt hjarta, og tí fylgir Hann við mær allar staðir, har eg fari. Tað er Jesus, sum gevur mær henda friðin. Hann er hin einasti sanni Gud. Øll kunnu koma til hansara. Tey skulu biðja um fyrigeving fyri syndir sínar og so bjóða honum inn í hjartað sum Harra og Frelsara.”

 

Shamanisma og allar aðrar religiónir eru frá tí Ónda, og tá ið ein tíð er fráliðin, gerast teir andarnir aggressivir og áleypandi, so halt teg burtur frá øllum slíkum.

Effie Campbell