Eyðmýkja vit Jesus?
„Vitið, at Harrin er Guð! Hann okkum skapaði, og hansara vit eru, hans fólk og tað fylgi, hann røktar. “
Sálm.100,3
Vit halda, at vit eiga okkara kropp sjálv, og tí hava vit fult ræði á honum og kunnu gera við hann, sum vit vilja. Í Sálmi 100, sum bara hevur 5 vers, stendur í 3. versi: ”Vitið, at Harrin er Gud! HANN OKKUM SKAPAÐI, OG HANSARA VIT ERU.” Hetta versið vísur okkum, at tað er Hann, sum ger, at vit eru til, tí Hann hevur skapt okkum, og tískil hevur Hann ognarrætt upp á okkum. Hetta versið er ognarskjalið.
So siga vit kanska: ”Ja, men Jesus, hatta er so langt síðani. Hatta er í Gamla Testamenti. Nú eru vit nógv klókari og meira upplýst!!! Vit hava teldur og AI. Vit niðurgera Jesus!!
Hann var til, áðrenn nakað annað var til. Í Nýggja Testamenti lesa vit:
„Vita tit ikki, at tit eru Guðs tempul, og at andi Guðs býr í tykkum?“ 1.Kor.3,16
„Um einhvør oyðir Guðs tempul, tá skal Guð oyða hann; tí at heilagt er Guðs tempul, og tað eru tit. “ 1.Kor.3,17
„Ella vita tit ikki, at likam tykkara er tempul heilaga andans, sum er í tykkum, og sum tit hava frá Guði, og at tit ikki eru tykkara egnu? “ 1.Kor.6,19
– Vit ráða altso ikki yvir kroppi okkara. Tað ger Hann, sum skapti hann og eigur hann.
Effie Campbell
Edvard Poulsen

