Bíbliunnar Jesus – 2:7

Stóri stríðsspurningurin í endatíðini

 

„Men hann svaraði og segði: »Sanniliga sigi eg tykkum, eg kenni tykkum ikki.«“
Matt.25,12

 

Tað var hetta, sum var stóri stríðsspurningurin í fyrstu kristnu tíðini, og sum mótstøðumenninir royndu at avnokta, nevniliga Jesu uppreisn, sum var prógv um, at hann var sonur Guds og heimsins Frelsari.

 

Tí vóru høvuðsprestarnir og teir skriftlærdu bebbaræddir fyri, at ápostlarnir skuldu boða Jesus upprisnan. Men hvørja ferð høvi beyðst, løgdu Pætur og hinir ápostlarnir dent á, at “Gud vakti upp Jesus frá teimum deyðu.”

 

Tí lýsir Ápostlasøgan virksemið hjá teimum fyrstu kristnu soleiðis: “Og við miklari kraft bóru ápostlarnir vitni um Harran Jesu Kristi uppreisn, og stór náði var yvir teimum øllum” (Áps. 4,33).

 

Tað var persónurin Jesus, krossfestur, deyður og upprisin, sum fíggindarnir hjá evangeliinum altíð hava roynt at avnokta. Tað er í roynd og veru trúgvin á Jesus sum upprisnan, Jesus sum Guds livandi son, sum fer at verða tann stóri “stríðsspurningurin” í gudfrøðini og í tí religiøsu verðini í endatíðini.

 

Falskir profetar fara at stíga fram

Jesus ávaraði okkum og segði, at mangir falskir profetar fóru at stíga fram og eisini villleiða tey útvaldu, um tað var gjørligt (Matt. 24,24).

Pætur ápostul sigur okkum, at “falslærarar munnu koma tykkara millum, sum skulu smoyggja inn ringum ranglærum, við tað at teir enntá avnokta Harran, sum keypti teir (2. Pæt. 2,1).

 

Hvørjir eru teir falsku profetarnir? Hvussu skulu vit kunna kenna teir burtur úr øllum øðrum? Bíblian gevur eitt ógvuliga greitt svar. Vit skulu síggja tað í teirra støðutakan til Jesus sum son Guds og Messias.

 

Bíblian sigur: “Elskaðu tit, trúgvið ikki einum og hvørjum anda, men roynið andarnar, um teir eru av Gudi; tí at mangir svikaprofetar eru farnir út í heimin. Av hesum kenna tit Guds anda: Ein og hvør andi, sum viðkennir sær, at Jesus Kristus er komin í holdi, er frá Gudi. Og ein og hvør andi, sum ikki viðkennir sær Jesus, er ikki frá Gudi” (1. Jóh. 4,1-3).

 

Her sigur Guds orð greitt, at teir falsku profetarnir eru teir, sum ikki viðkenna, at Jesus er Messias, hin livandi sonur Guds, sum er komin í holdi og føddur av einari moyggj av Heilaga Andanum.

 

Tað er trúgvin á Jesus, sum hin upprisni sonur Guds, sum “eina ferð fyri allar er fingin hinum heilagu”, sum vit eru kallað at stríðast fyri í síðstu tíðum. Tað er henda trúgvin, sum fer at býta kristinfólkið í tvey.

 

Alt hongur í hesum at kenna persónin Jesus. Tað var í roynd og veru tað, sum gjørdi, at tær fimm óhygnu moyggjarnar ikki høvdu fingið olju. Tær høvdu ikki tann inniliga og sínámillum felagsskap og kennskap til Jesus, sum virkar soleiðis, at vit kenna hann, og hann kennir okkum (Matt. 25,1-13).