Bíbliunnar Jesus – 3:7

Persónlig opinbering er neyðug

„Tá mælti Símun Pætur og segði: »Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs.« “
Matt.16,16

Tað er spurningurin um Jesus sum son Guds, sum hevur verið tann “ævigi” spurningurin gjøgnum allar tíðir. Jesus spurdi einaferð lærisveinarnar: “Hvønn siga menn meg vera?”

 

Svarini, teir góvu, vóru mong. Summir søgdu, at hann var ein góður maður (Jóh. 7,12), aðrir søgdu, at hann hevði ein illan anda (Jóh. 7,20), summir søgdu, at hann var Elia, aðrir at hann villleiddi fólkið. Aðrir søgdu, at hann var Jeremia ella ein annar av profetunum (Matt. 16,13-14).

 

Men tá setti Jesus hin stóra spurningin og segði við lærisveinarnar: “Men tit, hvønn siga tit meg vera?” Tá svaraði Símun Pætur: “Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guds” (Matt. 16,15-17).

 

Men gevið tykkum far um, hvat ið Jesus sigur við Pætur: “Sælur ert tú Símun Jónasarsonur, tí at hold og blóð hevur ikki opinberað tær tað, men faðir mín, sum er í himlunum.” Gevið tykkum far um, at Jesus her brúkar orðið opinberað.

 

Í hesum liggur, at hold og blóð – tað vil siga, at einki menniskja – kann læra okkum, at Jesus er sonur Guds, heldur ikki pápi og mamma. Hetta kunnu vit bara sanna gjøgnum eina persónliga upplivaða opinbering beinleiðis frá Faðirinum í himli. Tað er hetta, sum er og fer at verða tað stóra markið í kristinheiminum.

 

Dagligt samfelag við persónin Jesus

Eg trúgvi ikki, at Jesus er sonur Guds, av tí at foreldur míni trúðu tí, ella at prestur ella fyristøðumaðurin trúgva tí, ella tí at onnur kristin trúgva tí. Eg havi heldur ikki lært tað á nøkrum skeiði ella úr nakrari læribók ella frá nøkrum menniskja. Tað ber jú til at keypa bøkur, sum læra, at Jesus er ikki sonur Guds, og sum “prógva”, at Jesus reis ikki upp frá teimum deyðu.

 

Men eg trúgvi, at Jesus er Messias, hin livandi Guds sonur, av tí at Faðirin í himli opinberaði tað fyri mær, tá ið eg varð føddur av nýggjum, frelstur, at Jesus er Messias, sonur Guds.

 

Tað er endurføðingin og hin persónliga opinberingin av Jesusi, sum fer at skilja sundur kristinfólkið á teimum síðstu døgunum. Um vit ikki fáa lut í hesi opinberingini, sum Bíblian kallar endurføðingin, so nyttar tað einki, hvørja kirkju ella samkomu tú kemur í.

 

Tað er eitt møti við hin livandi Frelsaran, sum er hitt avgerandi. Tað ber til at ganga á møti og í kirkju, ja, enntá at boða Guds orð, uttan at uppliva dagliga samfelagið við persónin Jesus Kristus.