Arbeiði í Guds akri
Danyele Bloom, Aglow Kanada
Tá ið vit fáa eitt hugskot um Guds ríkis arbeiði, so er tað, sum vit skulu “føða” eina visjón. Tað gongur ein tíð, har hetta búnast í okkum. Um vit í hesum tíðarskeiði hitta onkran, sum ber upp á somu visjón, so er tað, sum tá ið Maria kom at vitja Elisabet, tá spældi burðurin í móðurlívi Elisabets (Luk. 1,41). Og soleiðis er tað hjá okkum. “Man eg opna móðurlív og síðani hindra føðing? sigur Harrin. Og man eg elva føðing og síðani loka móðurlívið? sigur Gud tín” Jes. 66,9. Gev tær far um, at her er eingin munur á gomlum og ungum. Maria var ung genta, og Elisabet var gomul kona.
Tað er meira at fáa. Orðið sigur: “Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum.” Matt. 7,7. Vænta nakað, tað verður nógv meir, enn tú hevði droymt um. Drív á, lít frameftir, far eftir tí, stríðst fyri tað, kom nú, skunda tær!
Kona Lots hugdi aftureftir, og so bleiv hon ein standmynd yvir fortíðina. Hygg frameftir. Minst til, at myrkrið vinnur ikki á ljósinum, tað er øvugt. Syndarar eru ikki trupulleikin; men tað eru vit Guds fólk. Gud ristir okkum og kirkjuna. Hann vekur okkum upp. Vit mugu ikki líta aftureftir, eftir vekingini í 1970-árunum, sum gekk um allan heim. So verða vit sum kona Lots. Gud stendur ongantíð í stað, hann flytur seg altíð. Tað lesa vit um allastaðni í Bíbliuni. “Sí, nú skapi eg nýggjar lutir; tað sprettur longu, síggja tit tað ikki? Gjøgnum oyðimørkina leggi eg veg og leiði áir yvir reyn.” Jes. 43,19. “Brótið tykkum jørð upp úr nýggjum.” Jer. 4,3. “Tí at nú skapar Harrin nýtt í landinum.” Jer. 31,22. Vit fara at koma upp á eitt hægri støði og fara at ganga frá dýrd til dýrd. “Men vit allir, sum við óskýldum andliti avspegla dýrd Harrans, vit verða ummyndaðir til hina somu mynd frá dýrdleika til dýrdleika, við tað at tað kemur frá harra andans.” 2. Kor. 3,18. Vekingin, sum fer at koma, fer ikki at verða sum hon í 1970-árunum ella 1930-árunum. Gud kopierer ongantíð seg sjálvan, tvørturímóti sigur hann, at hann skapar nakað nýtt.
Men vit fara ígjøgnum royndir. “Og tú skalt hava í huga, hvussu Harrin, Gud tín, í hesi fjøruti árini hevur leitt teg í oyðimørkini, til tess at eyðmýkja teg og royna teg og vita, hvat ið mundi búgva tær í hjarta. Hann eyðmýkti teg og læt teg líða hungur og gav tær síðani manna at eta, sum hvørki tú ella fedrar tínir vistu um, til tess at vísa tær, at maður ikki livir einans av breyði; men at maðurin heldur livir av øllum tí, sum gongur út úr munni Harrans … hann, sum í oyðimørkini gav tær manna at eta, sum fedrar tínir einki vistu um, til tess at eyðmýkja teg og síðani at endanum at gera væl við teg.” 5. Mós 8,2-3;16. Í Hebr. 12,1-11 síggja vit sama lærdóm. Minst til, at endanum verður alt gott. Um tað kennist, sum byrða tín er ómetaliga tung, so er tað kanska tí, at tú bert taskuna hjá hinum, tí Jesus sigur: “Tí at gagnligt er ok mítt, og lætt er byrði mín.” Matt. 11,30. Kanska gert tú okkurt, sum onkur annar er kallaður til.
Hvørji vóru seinastu orð Jesusar? Tað munnu vera orð av stórum týdningi. Í Áps. 1,8 standa tey: “Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerusalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini.” Og víðari stendur í Áps. 2,17-18: “Og tað skal verða á hinum evstu døgunum, sigur Gud, tá skal eg hella út av anda mínum yvir alt hold; og synir tykkara og døtur tykkara skulu síggja sjónir, og gamalmenni tykkara skulu droyma dreymar. Ja, eisini yvir trælir mínar og trælkvinnur mínar skal eg á teimum døgunum hella út av anda mínum, og tey skulu profetera.” Elli hevur einki at siga, tá ið vit arbeiða í Guds akri: “Sjálvt í ellini teir ávøkst bera, eru gróðrarmiklir og grønkast.” Sálm. 92,15.
Tú skalt siga tað um teg sjálva, sum Guds orð sigur um teg. Hvat ert tú? Tú ert ikki tað, sum onnur halda, at tú ert. Tú ert ikki tað, sum tú sjálv heldur, at tú ert. Tú ert tað, sum Gud sigur, at tú ert. Og hann sigur, at sum trúgvandi eri eg ein kongsdóttir, heilag, eitt tempul. Íðan, liv so ikki ímillum svínini, men liv samsvarandi hesum útsøgnum. Gud ger eitt skjótt arbeiði í okkum, tí endatíðin nærkast. “Hin minsti skal verða til túsund, hin vesæligasti til mikla tjóð; eg eri Harrin og fremji tað í skundi, tá ið stundin til tess er komin.” Jes. 60,22. Effie Campbell
Edvard Poulsen

