Stórmøti verður við Tjarnir síðst í oktober

Í døgunum 23. til 25. oktober verða árligu stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, og hesuferð verða tey hildin í stórhøllini við Tjarnir. Vikuskiftið bjóðar bæði felagsskap, sang, fyrilestrar, familjutiltøk og møtir fyri øll ættarlið.

Høvuðsmøtir og áhugatímar

Á skránni eru trý høvuðsmøtir við heitunum „Skriftin eina“, „Trúgvin eina“ og „Náðin eina“. Hesi evnini vísa á nakað av tí mest grundleggjandi í kristnu trúnni. Talarar verða Torleif Johannesen, Marjan Kass Nielsen og Pól Johannesen, meðan fleiri einstaklingar og kór luttaka við sangi gjøgnum vikuskiftið.

Umframt høvuðsmøtini verður eisini nógv annað á skránni. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið eru ungdómsmøtir, fyri yngru ættarliðini eru serlig juniortiltøk, og umframt at barnaansing er fyri tey smáu, meðan kvøldmøtini eru.

Leygardagin verður høvi at velja millum fýra áhugatímar. Har verður varpað ljós á dópin, altarborðið, Bíbliuna og læruna hjá Luther um tey tvey valdini. Áhugatímarnir verða endurtiknir, so luttakararnir kunnu velja tveir ymiskar fyrilestrar.

Stórt familjutiltak sunnudagin

Sunnudagin verður stóra familjutiltakið Spíraløtan. Hetta er ársins størsti sunnudagsskúli, har børn, foreldur, ommur og abbar savnast til sang, bíbliusøgu og felagsskap. Gjøgnum árini hevur familjutiltakið verið eitt av teimum best vitjaðu tiltøkunum á Stórmøtinum.

Leygardagin verður eisini boðið til opið hús á nýggju høvuðsskrivstovuni hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Havn, har fólk fáa høvi at síggja nýggju umstøðurnar og heilsa upp á starvsfólk og leiðslu. 

Eins og undanfarin ár verður týðing til enskt á høvuðsmøtunum, so eisini altjóða gestir kunnu fylgja við.

Øll eru hjartaliga vælkomin til Stórmøti 2026 við Tjarnir, har vit koma saman um gleðiboðskapin um Jesus Kristus, felagsskapin millum trúgvandi og tað, sum hevur borið Guds kirkju gjøgnum øldirnar.

Fulla skráin sæst á: https://trubodin.fo/stormoti-2026/

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina