Sjómanskvinnuringur vitjaði umborð á Rituni
Fyri nøkrum árum síðani, vóru øll føroysk skip býtt út til sjómanskvinnuringarnar at biðja fyri.
Roynt var tá at laga tað soleiðis, at ringarnir skuldu biðja fyri skipum í teirra bygd ella býi. Har fleiri skip vóru á einum staði, vóru nøkur teirra býtt út á aðrar ringar, so hvør ringur biður fyri 4-5 skipum
Sjómanskvinnuringurin í Hvannasundi/Norðdepli biður fyri strandfarðaskipinum Rituni, og øðrum skipum. Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar og Fugloyar, og tí síggja og hoyra tær hana dagliga.
Í eina tíð hava kvinnurnar í ringinum tosað um, at hava eina løtu umborð á Rituni. Tær tosaðu við manningina, og tað var gamaní. So var bara eftir at finna tað lagaligu løtuna til vitjaninna.
Lagaliga løtan
Seinnapartin hósdagin, 15. oktobur, var lagaliga løtan. Byrjað var við sangi og bøn. So varð sungið aftur áðrenn Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari hevði andakt. Síðani varð sungið aftur áðrenn Torleif greiddi frá arbeiðinum og hendingum í arbeiðinum. Enda var við sangi og bøn. Síðani var bjóða til drekka við køkum afturvið.
Løtan var góð og hugnalig. Manningin var við og takkaði fyri vitjan og forbøn.
Vitjanin gevur íblástur til arbeiðið og ger tað ítøkiligt, samstundis sum týdningurin av arbeiðinum verður sjónligari.
Áðrenn drekkamunnurin var liðugur, komu fyrstu ferðafólkini umborð, tí Ritan skuldi í rutu. Tey fingu drekkamunn, og vóru skemtiliga boðin við í sjómanskvinnuringin.
Allar kvinnur eru vælkomnar í sjómanskvinnuringarnar um landið.






Torleif Johannesen
