Friðurin
“Men vit vita, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Guð, teimum, sum eftir ráðagerð hansara eru kallað.”
Róm.8,28
William Gladstone, ein hin størsti forsætisráðharri í Onglandi, var ein góður kristin maður, sum tænti Harranum. Á vegginum í sovikamari hansara hekk ein broderað mynd við tekstinum: „Tann, ið hevur grundfest sinni, letur Tú altíð hava frið, tí á Teg lítur hann!“ (Jes. 26,3 V.D.)
Tað var hitt fyrsta, Gladstone sá, tá ið hann vaknaði á morgni, og tað seinasta, hann sá, tá ið hann fór til songar á kvøldi. Har liggur lykilin til frið! Vit kunnu uppliva henda friðin, tí vit vita, at Hann, vit savna tankar okkara um, er Hann, sum samvirkar allar lutir til góða hjá teimum, sum elska Gud. Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

