Friðurin, sum ber av øllum viti
„Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk, “
Fil.4,6
Tá ið vit leggja okkara trupulleikar í Guds hendur, leggur Hann sín frið í okkara hjørtu.
Grem teg ikki um tað, sum tú ikki fekst gjørt í dag. Gud vil geva tær møguleikar at gera tað í morgin.
Góðtak náði Hansara í kvøld, sig Honum um allar stúranir tínar og sov so við Hansara friði. AMEN! e.c. ums.
Edvard Poulsen

