Guds langmóð
“Ella vanvirðir tú ríkidømið av góðsku hansara og tolmóði og langmóði, og veitst ikki, at Guðs góðska leiðir teg til umvendingar?”
Róm. 2,4
Gud er ógvuliga tolin og langmóðigur; men tað er eitt mark. Onkur hevur sammett Guds langmóð við eitt elastikk. Hann toyggir og toyggir elastikkið út, tí hann vil ikki, at nakar skal glatast. Men at enda brestur elastikkið, og tá eru menniskju farin út um markið, t.d. Judas og menniskjuni á Nóa døgum. 1. Pæt. 3,20. e.c. Ums.
Edvard Poulsen

