Gordon Tobiassen vitjar í Føroyum
Missiónshúsið á Glyvrum hevur bjóðað normanninum Gordon Tobiassen til Føroyar til eitt vikuskifti, har sjóneykan verður sett á Ísrael og tíðartekin undan Jesu afturkomu.
Gordon Tobiassen er í starvi hjá Ordet & Israel í Norra, har hann eisini er næstformaður. Gordon hevur áður verið prestur, sálarrøktari, ráðgevi og rithøvundur. Hann tosar serliga um profetisku síðuna av Guds orði, har Ísrael, profetaorð og endatíðin eru í brennideplinum. Og tað eru júst hesi evni, sum eru á skrá vikuskiftið 20.-22. august í Missiónshúsinum á Glyvrum.
