Á missiónsviku í Las Palmas

Trúboðin hevur fingið heilsan frá Jákupi Jakobsen, sum siglir við Skandi Trader.

Teir vóru staddir í Las Palmas, á Grand Canaria, tá ið missiónsvikan á Toftum byrjaði.

Jákup skrivar: – Mangt kann sigast um alnetið (internetið). Nøkur meina tað er gott, onnur at tað er ikki gott.

– Alnetið hevur í hvussu er eitt gott við sær. Tað er, at nú kann eg vera við til missiónsviku í Tabor á Toftum, hóast eg eri staddur langt úti í Atlantshavinum.

– Tað eri eg ógvuliga takksamur fyri. Tað er gjørligt, tí at møtini í Tabor verða stroymd á alnetinum.  

– Tað er bæði gott og trúarstyrkjandi at hoyra boðskapin í talu og sangi. Hugaligt er eisini at síggja  missiónshúsið fyllast við spentum fólki í øllum aldri.

Vinarlig heilsan og Guds signing.

Jákup Jakobsen, umborð á Skandi Trader

Skandi Trader
LES EISINI  Morgunkaffið endaði við døgurða
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina