Ævinleikin er veruleiki

Og hetta er vitnisburðurin, at Gud hevur givið okkum ævigt lív, og hetta lívið er í syni hansara. Tann, sum hevur sonin, hevur lívið; tann, sum ikki hevur Guds son, hevur ikki lívið. (1 Jóh 5,11-12)

Eg havi í langa tíð havt ilt við at hava ævinleikan sum lívsperspektiv. Mítt lív bleiv tá, at eg skuldi fáa góða útbúgving, arbeiði, familju og annað. Eg væntaði, at eg fór at liva til eg bleiv 80 og eftir hetta hendi einki. Sannleikin er tann, at vit standa framman fyri milliardum av árum, har vit antin eru undir Guds vreiði ella undir Guds náði.

Tá ið tað gekk upp fyri mær, at ævinleikin er veruleiki, kom eg í neyð. Hvussu kann ein rættvísur Gud siga meg reinan, so eg kann koma í Himmalin? Mínar syndir kunnu ikki vigast upp við góðum gerðum. Um ein maður drepur ein annan, ynskja vit hann dømdan. Tað er ein vanlig reaktión. Tá er tað líka mikið fyri okkum, hvat gott hesin maður hevur gjørt í sínum lívi, um hann gekk í kirkju ella ikki. Hann skal dømast rættvíst til lívslangan dóm. Soleiðis er hin rættvísi Gud eisini. Hann sær ikki millum fingrarnar við synd. Alt skal dømast. Hvussu er so við okkum? Vit hava ongan kjans! Sjálv kunnu vit ikki koma í Himmalin, men Gud elskar okkum so nógv, at hann hevði eina loysn, líka frá at jørðin varð skapað. Hann sendi Jesus, sum tók tín dóm á seg, so at tú kundi frelsast! Tá kann Gud siga: Tú ert reinur! Tí kunnu vit við frímóði standa frammi fyri hásæti Guds, eins og tað stendur í Hebrearabrævinum 4,14-16:

Við tað at vit tá hava ein stóran høvuðsprest, sum er farin ígjøgnum himnarnar, Jesus, son Guds, tá latum okkum halda fast við játtingina! Tí at vit hava ikki ein høvuðsprest, sum ikki kann hava várkunn við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður á allan hátt líka við okkum, tó uttan synd. Latum okkum tí við frímóði ganga fram at hásæti náðinnar, fyri at vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálpar í tímiligari tíð! 

Judit Kass, Strendur