Aftur til Japans í januar

Týskvøldið 22. november, skipaði Om-Føroyar fyri “Japan-kvøldi” í Skansahúsinum í Havn.

Kvøldið var liður í at kunna um arbeiðið, sum Birita og John Timothy hava staðið í í Japan frá 2017 til 2021. Síðsta árið hava tey verið heima í feriu og tíðin er nýtt í Føroyum og í Írlandi haðani, tey eru ættað.

Dánjal á Rana byrjaði kvøldið við kunning og bøn. Aftaná kunnaði Birita um japanskan mat, som høvið var at eta. Hann smakkaði væl.

Tá Birita og John kunnaðu við orðum og myndum um Japan, var millum annað sagt, at har búgva 125 milliónir fólk. Tað er eitt oyggjaland, sum røkkur yvir 3.000 kilometrar.
Fólkið býr sera tætt og í býum; og har er vælstandur.
Ja, fólkið hevur “alt” – uttan Jesus. Har er ymiskur átrúnaður, og flestu fólk eru shintoistar og buddistar, ið tilbiðja gudar sínar í ymiskum templum sum tað eru nógv av. Nógvar gudamyndir standa í templum og aðrastaðni, har japanar biðja. Teir byrja ofta bønina við at klappa fyri at vekja gudin og fáa hann at lurta.

LES EISINI  Ársfundur hjá OM

Bara umleið 1% eru kristin. Tí er Japan eitt av størstu londunum í heiminum, sum nærum ikki eru rokkin við kristnari missión. Tí er kallið til missión í Japan bæði stórt og álvarsamt.

Birita og John søgdu, at kirkjurnar eru bæði fáar og smáar. Japanarar eru ókendir við kristindómin, tí hann kemur uttanífrá og er fremmandur í teirra mentan og hugsan. Tí er vinamissión ein sera týðandi partur av arbeiðinum.
Tey nýta tí ymiskar arbeiðshættir fyri at fáa samband við fólkið. Til dømis, bjóða tey fólkið til undirvísing í enskum, sum hevur áhuga har. Harvið føðast vinarløg, sum vónandi geva møguleikar til vitnisburð um Jesus. 

Japanska fólkið er ábyrgdarfylt og arbeiðssamt, og tað eyðkennir eisini tey kristnu. Trúboðararnir royna at upplæra japanarar, so teir taka ábyrgd fyri at boða og syngja gleðiboðskapin, so hann kemur frá teirra egna fólki og ikki bara frá fremmandum.

Tey fáa kristnu standa sera einsamøll, og tí tørva teimum samveruna við kirkjuliðið og at hava tey við í bønum okkara. 
Birita og John og synirnir fara aftur til Japans fyrst í komandi ári. Tá skulu tey búgva og virka í Sapporo, norðarlaga í Japan. Tey takka fyri forbøn og fíggjarligan stuðul.

LES EISINI  OM Føroyar hevur aðalfund 29. apríl

Birita sang tveir japanskar sangir og kvøldið endaði við bønarløtu.
Uppmøtingin var góð, og fólk vóru fegin um løtuna.
Vónandi var løtan við til at økja tilvitskuna um týdningin av kristnari missión í Japan, og týdningin á forbøn og stuðli.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina