Afturumaftur aftur
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Eg hyggi í køliskápið. Klokkan er farin av seks um kvøldið, og eg skal skera salat niður aftur við døgurðanum. Men hvat? Eingin tomat. Eingin agurk. Bara rukola. Vell, einki salat í dag.
Men, bíða nú! Har eru gularøtur. Og piparfrukt. Og feta. Knappliga minnist eg til, at vit eisini hava sólturkaðar tomatir og ein pakka av saltaðum nøtuknasi í skápinum. Eg byrji at skola og skera og voila – ein øðrvísi og í veruleikanum nógv betri salat, enn eg hevði hugsað mær av fyrstantíð.
Klokkan er 6.45. Vekjarin ringir, og eg fari upp at gera meg klára at fara til arbeiðis. Øll klæðini, sum eru á leið ‘presentabul’ eru í vask. Ella kanska ikki øll. Men øll tey, sum eg vanliga brúki. Knappliga síggi eg eina skjúrtu, sum eg ikki havi brúkt í mánaðir, kanska eitt ár. Og har daga einar gamlar buksur undan. Hasar hevði eg gloymt, at eg átti. Dagurin er bjargaður.
Kennir tú støðuna? Tað tilfeingið, sum tú vanliga hevur um hendi er burtur. Og hvat er tá til ráða at taka? Tú kanst seta teg hendur í favn og argast inn á mangulin. Ilskast. Smáskelda. Ja, kanska tú øsir teg upp. Kanska fært tú fleiri í tín part, sum eisini ilskast. Hetta er ein risatrupulleiki.
Men tað ber eisini til at hugsa støðuna av nýggjum. Fáa annað tilfeingi til vega. Blanda kortini av nýggjum og vita, hvat kemur á borðið. Veitst tú yvirhøvur alt um hesa støðuna? Hevur tú hugt at henni uttanífrá? Kanst tú seta teg inn í støðuna hjá einum møguligum mótparti?
Í eini rørslu sum okkara er einki so vist, sum at vit koma at møta avbjóðingum. Men hvat gera vit við tær? Leypa vit har, sum garðurin er lægstur, ella royna vit at loysa knútin?
Lat okkum vera opin og viðurkenna okkara minusøki, um eg so má siga. Lat okkum skapa ein dialog við ein møguligan mótpart. Lat okkum seta okkum inn í støðuna hinumegin frá.
Vit ferðast øll upp á tindar og gjøgnum dalar. Øll vita vit, hvussu lætt tað er at ilskast, heldur enn at taka í herðatoppin á sær sjálvum. Sum ein segði: Um tú koyrir eftir motorvegnum og ikki skilir, hví allir hinir bilarnir koyra øvutan veg, so er trupulleikin kanska júst har! Tað er torført at taka í egnan barm, men sum tað er ein lívsvísdómur og ein ediligur eginleiki at kunna tað!
Orðtøkini eru, sum so mangan, góð í ráðum: “Betri er ein verður av káli, har sum kærleiki er, enn ein feitur oksi við hatri afturvið. Bráðlyntur maður vekur klandur, men hin tolni stillar trætur.” (Orðt 15,17-18)
Má Gud hjálpa okkum við júst okkara avbjóðingum.
Elinborg Osvaldsdóttir, Syðrugøtu