Áheitan og heilsan frá teimum kristnu í Ísrael: Biðið fyri okkum

«Vit fasta og biðja í kirkjum okkara, um at Harrin má grípa inn og broyta umstøðurnar, so fólkið kemur at síggja Jesus“. Soleiðis sigur ein hyggjari í Heilaga landinum við Sat7.

Kristin sum búgva í Ísrael, eru samhugaði í bøn, meðan kríggið herjar, deyðstølini vaksa og tann menniskjaliga støðan versnar í hvørjum.

Stuðulstoymið hjá Sat7, røkkur út til hyggjarar á víðvøllinum, og hava verið í samband við hesi síðan ræðuliga álopið 7. okt. Hesi kanna trygdina og bjóða teimum sálarrøkt og hjálp við troystandi og stimbrandi orðum.

Ein hyggjara svarar Sat7 soleiðis:“Støðan er álvarsom. Orsaka av syndini, drepa menniskju hvønn annan í stórum tali. Landið, har Jesus gekk, skelvir og venar seg, orsaka av syndini og tí stóra blóðbaði.»

Annar hyggjari sigur:»Børn míni og eg stongdu okkum inni í heimi okkara, skulvu av rakettálopunum, men funnu frið í bønini, líta á Guðs kærleika og verju. Biðið fyri okkum Sat7, vit hava støðug „online“ bønarmøtir, fyri at vera sameind og troystaði.»

LES EISINI  Halda fast í upprisna Kristusi mitt í krígnum í heilaga landinum 

Tey kristnu í Ísrael, eru bert ein lítil minniluti av fólkinum, og nógv eru eisini flutt av landinum tey seinastu tíggjuáraskeiðini. Sjálvt um tað er ringt at fáa eitt neyvt tal, so verður rokna við, at umleið 1,9% av fólkinum eru kristin ella áleið 185.000 fólk.

Trúgvandi bønarfólk í øllum Miðeystrið og Norður Afrika, eru samhugaði í bøn fyri alsamt versnandi gongdini í krígnum.

Ungir iranskir hyggjarar, Church4Kids, vóru saman í bøn fyri Heilaga landinum, í beinleiðis sending. Siamak bað soleiðis:»Guð hjálpi øllum fólki í krígnum. Eg biði fyri øllum børnum sum hava mist síni foreldur. Eg biði um, at drápini mugu steðga.»

Túsundavís av turkiskum hyggjarum svaraðu eini viðmerking á facebook, sum eggjaði fólki til at biðja um frið yvir Ísrael. Ímillum  tær 1400 viðmerkingarnar og 7.700 likes, skrivaði ein hyggjari:»Má Harrin fleirfalda miskunnarfræi, at harðskapur má vendast til frið, kríggj til kærleika har hatur ræður. Má friður, brøðraskapur og kærleiki valda í heiminum.»

LES EISINI  Ringur við navninum hjá Pilatusi funnin

Tann menniskjaliga støðan versnar skjótt. Tanas Algassis, limur í stýrinum fyri Sat7, er í løtuni staddur í Bethlehem. Hann sigur: ”Her eru fólk ræðslusligin, orsaka av manglandi brennievni og mati. Haldi áfram við at biðja fyri støðuni, fyri friði og fyri at altjóða samfelagið veitir hjálp.»

Vinaliga biðið:

  • At harðskapurin má steðga og at ósemjan millum partarnar ikki má spreiða seg til grannalondini
  • Um troyst og styrki til øll tey sum eru rakt av krígnum: fyri gíðslunum, at teir ikki vera skaddir. Fyri trygdini hjá øllum tí vanliga fólkinum. Og at øll neyðhjálp má koma fram.
  • Fyri teimum kristnu í Ísrael, at tey samhugaði í bøn, mugu vera vitni um Kristi kærleika og frið.       

Kelda: Sat7, leystliga umsett og stytt.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina